Yvirskriftin á seinasta lesarabrævinum hjá mær, var kanska nakað ógvuslig, men alt byrjaði fyrst í august í ár, tá eg spurdi, um eg kundi fáa uppruna tekningarnar av eina lemminum, sum Magnus Heinason (MH) brúkar til yvirlitstrolingarnar. Tað var eingin trupulleiki, eg skuldi bert kontaktað skiparin á MH, og hann segði eg skuldi fáa tær tá teir komu innaftur, men seinri staðfesti skiparin at ongar tekningar vóru umborð. Eg bleiv so vístur til annan mann á Havstovuni, og hann fann heldur ongar tekningar. Hetta skrivar Eyðun Hansen í viðmerkikng til Havstovuna.
Nú bleiv Eg bara enn meira forvitin, um hvussu royndirnar hjá MH, blivu gjøgnumførdar. Tí spurdi eg um tekningar av trolinum, millumstykkinum og posanum. Eg fekk tekningina av trolinum eina viku seinri, men ikki fyrr enn hálvan november fekk eg eina tekning til lemmin, sum vóru frá 2009. Tað eru nógvar møguleikar at stilla lemmar, men tað vísir seg, sum eingin kennir hvussu uppruna stillingin var.
Tekningina av posanum fekk eg mánadagin í hesi vikuni, og er hon gjørd í oktober í ár. Út frá teimum tekningum eg havi fingið, so er meskastøddin í millumstykkinum 135 mm og í posanum 40 mm.
Nú blívur lesarin í ørviti av øllum hesum tølunum, men tað er sera óvanligt, ikki at minka meskastøddina líðandi t.v.s. frá 135 mm til 100 til 70 fyri síðan at koma til 40 mm, tí annars fær man tað man kallar “pøsa effektina”, tað er sum man sleipar eina spann eftir sær og tá spannin blívur full , verður vatni so pressa til síðis frammanfyri.
Tá tú hevur 135 mm beint fram fyri 40 mm so er vandi fyri, at fiskur kann fara útaftur gjøgnum millumstykki.
Hetta er ein so stórur feilur, og man hevur ringt við at trúgva at tað bleiv gjørt frá uppruna, men trúgvi heldur at tað er blivið soleiðis , onkutíð tá ið teir hava skift trol. Men alt verður bert gitingar, tá ið ongar uppruna tekningar eru til. Eri glaður fyri at eg fekk teir at tekna posa av, tað rokni eisini við, at teir eru. Tí um Magnus Heinason hevði mist posan, so hevði verði ómøguligt at gjørt ein eins posa uttan tekningarnar.
Petur Steingrund nevnir í aftursvarinum til mín, “at tað er ógreitt í hvønn mun óljóð ávirkar fisk”, har haldi eg tey áttu at vita betur, tí óljóð órógvar veiðuna sera nógv, og tað hava nógv skip havt ringar royndir av. Teir kundu bara ringt umborð á onkran trolara, og spurt, tí har høvdu teir fingið eitt greitt svar. Óljóð kann koma frá degi til annan, og um ein ikki fiskar saman við øðrum skipum, er nærum eingin møguleiki, at finna út av tí, uttan at taka ljóð royndir. Trupulleikin hjá Havstovini nú er, at teir ongantíð hava tikið ljóð royndir, og tí einki hava at samanbera við, og tí kunnu teir ikki vita nær ella um ljóði hevur broytt seg øll árini. Tað gerð at serian av royndum, teir hava havt MH, øll árini kann verða óálítandi, og serliga um tað møguliga ikki hevur verið somu innstilling á lemminum alla tíðina. Trolið hevur sum skilst, verið tað sama øll árini, men hvussu hevur samanspæli verið millum troli, millumstykki og posan veri.
Men eg vil takka Petur Steingrund fyri at hava givið mær tekningarnar.
Um eg skal siga tað sjálvur, so haldi eg at tað er komi nógv burtur úr hesar seinastu fíra mánaðirnar eg havi roynt meg sum granskara. Um hendan skrivingin kundi ført til, at tá Havstovan fær nýtt skipi, so verða ljóð roynd gjørd beinanvegin og fylgdar upp á hvørjum árið, og at góðar tekningar blíva umborð á nýggja skipinum av øllum trolinum og lemmum.
Petur Steingrím nevnir í sínum svari, at grundin til at eingin fiskur er, er ikki bara ovurveiða, men eisini grunda á umhvørvi, men tað er sjálvandi bara skipunum farast kann eftir. Havstovan mælti í ár til, at taka allar óbrúktar dagar inn hjá skipinum, sum fiska tosk, fyri síðan at skera teir brúktu dagarnar niður í helvt. Tað vil siga, at tað bert høvdu verið 25% av fiskidøgunum eftir, hjá hesum bólkum. Hetta nú – tá tað verður sagt frá, at nógv meira toskur er til.
Samanumtikið má Havstovan gera tilmælið undir ábyrgd, og tryggja sær, at grundarlagi undir tilmælinum byggir á álítandi data.
Vestmanna 10. desembur 2015
Eyðun Hansen
Savnsmynd 24.fo