Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Urias má høgga – henda veg ella handa veg!

Urias má høgga – henda veg ella handa veg!

by OML

Fyrisiting av ikki-søguligum tilfeingi: Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal má velja ímillum at koma í andsøgn við løg­tings­mannin Høgna Hoydal ella at koma í and­­søgn við sína egnu fyrisiting. Hetta skrivar Ólavur Waag Høgnesen. 

Sosialurin hevði herfyri grein um Høgna Hoydal, sum er komin á sessin, har tað leik­ar harðast á (Sosialurin 27. nov. 2015 s. 30). Sum landsstýrismaður í fiskivinnumál­um er hann komin á ein urias-post.

Hann hevur kritiserað fráfarna fiskimálaráðharran, Jacob Vestergaard, ógvusliga, ser­­­­­liga fyri fyrisitingina av makreltilfeinginum í føroyskum sjógvi, og í 2012 kærdi hann táverandi landsstýrismannin (og løgmann) fyri landsstýrismálanevndini í sam­bandi við fyrisitingina av hesum máli.

Í skrivi til nevndina, dagfest 13. juni 2012, kærdi Høgni Hoydal Høgni partvís yvir­skip­­aðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum og løgmanni, og part­vís sokallaðu makrelkunngerðina.

Hoydal um Vestergaard: Livdi ikki upp til krøvini til rættarsamfelag

Og løgtingsmaðurin legði ikki fingrarnar ímillum. Viðvíkjandi yvir­skip­aðu fyrisiting­a­r­ligu avgerðunum skrivar hann, at:

  • avgerðirnar hjá landsstýrinum uppfylla eingi av krøvunum til fyrisiting í ein­um fólkaræði og rættarsamfelag
  • fyrisitingin er eyðkend av, at har eru ongar lógarreglur og heimildir
  • har eru ongar grundað­ar siðvenjur
  • har er einki gjøgn­umskygni
  • har einki eftirlit við, at lóg og rættur verða hildin
  • sak­liga grundarlagið undir avgerðum ikki kann eftirkannast og kærast og
  • talan er um til­vild­arligar og ymiskar avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini.

Viðvíkjandi makrelkunngerðini var Høgni Hoydal eins avgjørdur. Hann kærir um at:

  • hon er ikki í samsvari við greiðar lógarheimildir, fyrisitingarligar rættarreglur ella siðvenjur
  • hon er greitt brot á grundreglurnar í lógini um vinnuligan fiskiskap við­víkj­andi skipabólkum og bólkabýti og
  • landsstýrismaðurin uttan lógargrundarlag á­­­­setir sær sjálvum nýggjar heimild­ir at býta út og flyta kvotur og virðir millum fiski­før eftir tilvildarligum avgerð­um

Heimildarloysi?

Høgni Hoydal vildi hava landsstýrismálanevndina at kanna, um fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi og um ólógligar avgerðir er tiknar. Fiskimálaráðið svaraði at­finn­ingunum frá Høgna Hoydal í skrivi 18. juli, men 6. mai 2013 – áðrenn landsstýr­is­­­málanevndin var komin við eini nið­urstøðu – tók Høgni Hoy­dal kæruna aftur. Grund­gevingin var, at Høgni Mohr hevði kært til Løgtingsins Umboðsmann og at Pf. Líraberg hevði stevnt Fiskimálaráðnum.

Nú situr Høgni Hoydal so í stólinum hjá Jacob Vestergaard og skal fyrisita ikki-søgu­ligt tilfeingi, t.v.s. tilfeingi, sum ikki í forhond liggur til ávísar rættindahavarar sam­bært lógini um vinnuligan fiskiskap. Og hann skal eyðvitað liva upp til tey krøv, ið hann gjørdi seg til talsmann fyri í kæruni til landsstýrismálanevndina. At geva sær ráð hevur eina fyrisiting við løgfrøðiligum og øðrum fakligum kunnleika at halda seg til.

Skeri eg teg her ….

Alt bendir á, at fyrisitingin í dag hevur somu áskoðan um heimildir sum í 2012. At kom­ið við grundleggjandi øðrvísi ráðgeving hevði verið at viðurkent, at ráðgevingin í 2012 (og 2013, 2014 og 2015) var skeiv. So tað er lítil ivi um, at fyrisitingin streingir á at brúka sama leistin. Velur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal at halda seg til upp­fat­­anina hjá fyri­sit­ingini og fylgja tilmælum hennara, so er tað í stríð við uppfat­an­ina hjá løgtingsmanninum Høgna Hoydal, sum í 2012 kærdi Jacob Vestergaard fyri heim­ildarloysi …

Hevur landsstýrismaðurin nakað alternativ?

… so missi eg teg har

Tað kundi verið uppfatanin hjá Pf. Líra­berg. Ímillum uppfatanina hjá Fiskimálaráðn­um og ta hjá Pf. Líraberg finst einki kompromis: tær standa steyrrættar upp ímóti hvørji aðrari. Tá ið Høgni Hoydal í 2013 tók kæruna til landsstýrismálanevndina aft­ur, so var tað við teirri grundgeving, at rætturin er ein betur egnað skipan at av­gera málið. Trupulleikin hjá lands­stýris­mann­inum er bara, at Eystari landsrættur helst ikki tekur avgerð í málinum fyrrenn til várs. Landsstýrismaðurin kann velja at fylgja uppfatanini hjá Pf. Líraberg. Velur lands­­stýr­­is­­mað­urin Høgni Hoydal at halda seg til upp­fat­­anina hjá Pf. Líraberg, so kem­ur hann í andsøgn til sína egnu fyrisiting …

Yvirlivir Urias …?

Eftir míni bestu sannføring eru uppfatanin hjá fyrisitingini og tann hjá Pf. Líraberg einastu alternativini. So landsstýrismaðurin má velja! Men livast má og fiskast má, og tíðin gongur! So landsstýrismaðurin má taka eina avgerð. Fyrisitingin skund­ar und­ir, landskassanum fattast pengar og teir sum plagdu at fáa, ótolnast …

Tað er valla nakar, ið øvundar landsstýrismanninum ta støðu, hann er í. Munurin á Høgna Hoy­dal og Uriasi er bara tann, at meðan Urias lat seg lokka at fara á útsetta postin á her­mót­inum, so hann skuldi falla, so er Høgni Hoydal borin út á uriaspostin eftir egnum ynski.

Spurningurin er, um hann kemur livandi frá tí …

Ólavur Waag Høgnesen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.