Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Føroya fyrsta løðistøð í Klaksvík

Týsmorgunin verður Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar tikin í nýtslu.
Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar stendur á stóra parkeringsøkinum við FK á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Hon verður tikin í nýtslu týsmorgunin, og hetta er eitt frambrot innan grøna orku, sambært Jógvan Skorheim, borgarstjóra. – Enn einaferð gongur Klaksvík á odda, og tað kunnu vit altíð fegnast um, sigur borgarstjórin.

Hann heldur tað vera bæði jaligt og hóskandi, at Føroya fyrsta løðistøð til EL-bilar er at finna í Klaksvík, tí hetta eisini er í tráð við grønu ætlanina hjá kommununi. – Tað er sera stuttligt og eisini sera hóskandi, at fyrsta løðistøðin til EL-bilar er í Klaksvík, tí vit hava lagt eina greiða ætlan í mun til grøna orku, og hetta stuðlar hesi ætlanini heilt væl, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt risastóra íløgu í sjóhitaskipanina, sum fer at hita stóru kommunalu bygningarnar í Klaksvík og spara kommununi og umhvørvinum fleiri milliónir litrar av olju um árið. – Hetta er ein týðandi íløga, sum fer at kasta stóran fíggjarligan og umhvørvisligan vinning av sær, sigur borgarstjórin og leggur afturat, at løðistøðin til EL-bilar tí hóskar seg væl í Klaksvík, tí hetta kann gera tað lættari hjá bilkeyparum at velja sær EL-bilar og harvið minka um oljubrúk og CO2-útlát.

SEV hevur útvegað hesa fyrstu løðistøðina til EL-bilar, har tveir bilar kunnu løða í senn. Løðistøðin verður sum nevnt tikin í nýtslu týsmorgunin kl.9.30, og eftir hátíðarløtuna við løðistøðina verður ábit í býráðssalinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har øll eru vælkomin.

kelda:klaksvik.fo  – 11-12-2015