Grein úr Sjóvarmál 2015. Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa. Hetta skrivar granskari á Havstovuni og vit endurgeva her brot úr greinini.
Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar hjá Havstovuni av meira enn 1500 makrelmagum, tiknir á Landgrunninum síðani 2011. Orsøkin er helst, at yngulin og makrelurin ikki eru á sama stað til somu tíð. Kanningarnar vísa eisini, at makrelurin etur t.d. hvítingsbróðir og nebbasild, sum eisini er føði hjá størri botnfiski, og soleiðis kann ávirka botnfiskin óbeinleiðis.
Øll greinin kann lesast her.
Havstovan gevur út ársritið Sjóvarmál, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum á Havstovuni.