Fyrrapartin í dag gingu børn úr Barnahúsinum Margit luciagongu í býráðshúsinum.
13. desember er Luciadagur, og tá er luciagonga ein afturvendandi táttur. Í ár komu børn úr Barnahúsinum Margit norður í býráðsumsitingina at ganga luciagongu fyri borgarstjóranum og starvsfólkunum í umsitingini á Nólsoyar Pálsgøtu.
Børnini gingu lucia eftir gongini og steðgaðu á beint við skrivstovuna hjá borgarstjóranum, har tey sungu ein sang fyri áhoyrarunum.
Eftir hetta vórðu børnini boðin til hugnaløtu í Atlantsstovu, sum er stóra fundarhølið á ovastu hædd í býráðshúsinum, har býráðsnevndirnar vanliga halda sínar fundir.
klaksvik.fo 14-12-2015