Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu og Kringvarpið, ið skal eitast at vera óheft, eru ótroyttiligir verjar av margháttliga umboðsmannavalinum. Eg havi ikki ætlað mær at skriva nakra greinarøð um hetta mál, men tá tingformaðurin ótarnaður sleppur at reingja sannleikan í almenna KVF og samanbera okkum tingfólk, sum hava aðra meining enn formaðurin, við neyt, so kenni eg meg noyddan at tosa beint út um sonevnda grannskoðaramálið. Hetta mál hevur KVF annars ongantíð havt minsta áhuga í at lýst sakligt og objektivt. Hví so er, munnu mong hava ein illgruna um. Heldur ikki mánakvøldið var nógv skil i innslagnum. Tá fór manipulatiónin hjá Kringvarpinum og Páll á Reynatúgvu út um alt sømiligt mark.
Tingformaðurin útnevnir umboðsmannin til vinnaran av sonevnda grannskoðaramálinum, tí rætturin hevur staðfest, at nakrar løggildingar givnar í 2007 vórðu givnar í heimildarloysi. Men málið er nógv størri og meira umfatandi enn teir hálvu sannleikar, ið Páll og útvarpið borðreiddi við mánakvøldið.
Niðurstøðan hjá Páll á Reynatúgvu um hetta mál, minnir um ein fótbóltsdyst, har annar parturin er aftanfyri 5-0 og í tíðini sum dómarin hevur lagt afturat kemur enn eitt mál, so dysturin endar 5-1. Páll á Reynatúgvi útrópar liðið, sum fekk tað seinasta málið, til vinnaran av dystinum. Í hugaheiminum hjá Páll endaði dysturin 1-0, tí Páll hevur tikið sær tað frælsi sum serfrøðingur, at annulera øll hini fimm málini.
Fakta er, at grannskoðaramálið er eitt óhugnaligt mál fyri løgtingið og kringvarpið og eitt stórt taparamál fyri Løgtingsins umboðsmann. Mong vilja tí leggja lok á málið, ella manipulera tað við hálvum sannleikum og heilum lygnum. Ikki minst KVF. Lat meg tí skera tað út í papp, so Páll og onnur kunnu síggja veruleikan. Umboðsmaðurin ”staðfesti” m.a. í síni drúgvu kanning í 2010 fylgjandi seks lógarbrot:
1. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevði brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna og fyrisitingarlógina
2. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevði brotið lóg um ábyrgd lanndsstýrismanna og fyrisitingarlógina
3. Rúni Joensen, aðalstjóri, hevði brotið tænastumannalógina og fyrisitingarlógina
4. Arni Poulsen, aðalstjóri, hevði brotið tænastumannalógina og fyrisitingarlógina
5. 7 løggildingar givnar í 2007 vóru givnar í heimildarloysi (brot á grannskoðaralógina).
6. Ein løggilding givin í 2005 var viðgjørd á skeivum grundarlagi (brot á grannskoðaralógina).
Løgtingið og landsstýrið valdi tí at seta heilar seks kanningar í verk. Frammanundan fær umboðsmaðurin fleiri milliónir á fíggjarlógini til at kanna alt ið umboðsmanninum lysti, og nú skuldu so fleiri milliónir játtast til eykakanningar.
Útvarpið nevndi mánakvøldið bert onkra av omanfyri nevndu kanningum, hóast talan var um heilar seks kanningar. Kringvarpið manipulerar helst fyri at pynta um Páll og umboðsmannin. Tey álvarsligastu ”lógarbrotini” eru kanningar nr. 1-4, tí tað viðvíkur týðandi persónum í fyrisitingini. Mál nr. 5 og 6 eru langtífrá eins týðandi fyri almenningin, tí tað snýr seg um heimildir at veita løggildingar. Mál nr. 1, 2, 3, 4 og 6 tapti umboðsmaðurin ruddiliga! Hesar kanningar kostaðu landskassanum fleiri milliónir. Manipulerandi innslagið mánakvøldið nevnir als ikki mál 3, 4 og 6, men ger serstakliga nógv burturúr nr. 5, ið var tað frægasta úrslitið fyri umboðsmannin, tó at einki álit kom frá umboðsmanninum. Hetta mál liggur tó enn í rættarskipanini.
Umboðsmaðurin brúkti serligu §10 stk. 1 í umboðsmannalógini og sendi sína frágreiðing til formansskapin í tinginum, løgmann osfr. Men í hesum føri ásetur umboðsmannalógin greitt, at umboðsmaðurin eigur at koma við tilmæli. Tað gjørdi umboðsmaðurin ikki! Lógin bleiv ikki fylgd og tí bleiv ruðuleiki í tinginum.
Hvat punkt 5 viðvíkur staðfesti rætturin fyrr í ár, at nakrar løggildingar givnar í 2007 vóru givnar í heimildarloysi og fylgjan var annulatión av løggildingum. Men annulatión av løggildingum var ikki júst tað sum umboðsmaðurin ætlaði. Málið hjá umboðsmanninum var als ikki at raka grannskoðararnar, men heldur at raka almennu fyrisitingina og tess handfaring av málinum. Tað framgongur greitt av grannskoðaramálinum. Men tað er lagnurnar speisemi, at úrslitið bleiv beint øvugt av tí sum umboðsmaðurin ætlaði. Málið fekk als ongar avleiðingar fyri fyrisitingina.
Tá ein skjútti hevur sent sína torpedo avstað, er viðkomandi ikki longur harri yvir hvar hon eksploderar. Tá umboðsmaðurin hevði sent sína frágreiðing avstað, mátti frágreiðingin liva sítt egna lív uttan at umboðsmaðurin kundi ávirkað tað.
Umboðsmaðurin miðaði eftir at raka fyrisitingina, men torpedan fóru framvið og rakti ístaðin nakrar grannskoðarar, sum sambært umboðsmannin sjálvan, ikki vóru partar av málinum. Hetta ljóðar sum skemt, men hetta er tann nakni veruleiki og harra Páll á Reynatúgvu brúkar hesa torpedo sum prógv um, hvussu beinrakin umboðsmaðurin er. Eingin, ið kennir hetta mál, kann taka møsnið frá tingformanninum í álvara og tingformaðurin átti at verið tann seinasti, at samanbera nakað tingfólk við neyt.
Kringvarpið metti umboðsmannafrágreiðingina sum eina fullkomna og 100% lýtaleysa løgfrøðiliga niðurstøðu. Og í eitt heilt ár brúkti KVF frágreiðingina til at karaktermyrða Jacob Vestergaard, Bjarna Djurholm, Rúna Joensen, aðalstjóra og Arna Poulsen, aðalstjóra. Tað kostaði føroyska skattgjaldaranum fleiri milliónir at reinsa hesar fýra persónar fyri ta svertan, ið m.a. almena licensfíggjaða kringvarpið stóð fyri. Og KVF blívur ótroyttiliga við at manipulera við hesum máli, samstundis sum løgtingið stingur høvdið í sandin sum um hetta mál ongantíð hevur verið á tingborði.
Heilar seks almennar kanningar vórðu gjørdar í samband við grannskoðaramálið. Ta seinastu kanningina gav løgmaður boð um í 2012 og hon viðvíkti eini einstakari løggilding, ið varð givin í 2005 og sum umboðsmaðurin eisini fanst at.
Henda seinasta kanningin tók tvey ár, og tað sigst at fremstu fólk innan fyrisitingarrætt í Danmark eisini luttóku í hesi kanning. Hon mann óivað hava kostað skattgjaldaranum dýrt. Úrslitið av hesi síðstu kanning staðfesti, at Skráseting Føroya gjørdi alt rætt, tá umsøkjarin frá 2005 fekk sína løggilding. Hetta varð gjørt í samsvar við andan og bókstavin í grannskoðaralógini. Sostatt var niðurstøðan frá umboðsmanninum eisini í hesum seinasta máli púra burturvið og enn ein ósigur til umboðsmannin.
At útrópa umboðsmannin til vinnara av grannskoðaramálinum er eitt óhugnaligt dømi um veruleikareingjan.
Grannskoðaramálið er ein dyggur smeitur og ósigur fyri umboðsmannin og embætið hevur í dag langtífrá ta virðing, sum tað hevði undir fyrsta umboðsmanninum. Eg kann lata Páll á Reynatúgvu vita, at eg standi als ikki einsamallur við hesum sjónarmiði. Hetta er eisini tann fatan, sum ørgrynna av føroyskum løgfrøðingum hevur og eisini fjøld av fólki innan almennu fyrisitingina.
Tá virðingin fyri umboðsmannaembætinum er horvin er embætið púra nyttuleyst, tí virðing er einasta ”vápn” ið umboðsmaðurin kann brúka fyri at ávirka fyrisitingina.
Virðingin fyri umboðsmanninum fær tað ikki betur av, at Páll á Reynatúgvu ótarnaður sleppur at grugga og møsna um hetta mál yvirfyri onkrum mikrofonhaldara og enntá at samanbera tingfólk, sum veruliga hava sett seg inn í málið, við neyt.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður