Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Loysing er ikki nakað man fær – loysing er nakað man tekur

Tað byrjar at verða ikki sørt tarnakrympandi flóvisligt at lurta eftir spurnartíma í Fólkatinginum, har somu spurningar aftur og aftur verða settir til danskar ráðharrar. Hvat er endamálið við hesum spurningum, vit kenna jú svarið frammanundan.

Er Danmark til reiðar at hjálpa okkum at fáa ein størri uttanríkispolitiskan leiklut og vil Danmark viðurkenna okkara sjálvsagda avgerðarrætt.

Nei, Danmark fer ikki at hjálpa okkum at fáa ein veruliga størri uttanríkispolitiskan pall, og nei, Danmark fer ikki at viðurkenna okkara sjálvsagda avgerðarætt sambært altjóða fólkarættinum, og nei, ongin danskur stjórnarleiðari við virðing fyri sær sjálvum og sínum embæti fer at góðtaka, at vit gera eina nýggja grundlóg ella stjórnarskipan, sum liggur uttanfyri verandi grundlóg og sum gerð Ríkið minni.

Fyri Tjóðveldi kann tað ikki koma óvart á, at ein danskur stjórnarleiðari sigur, at Danmark hevur bara ein uttanríkispolitikk og tað er tann danski, tað er jú tað sama sum Tjóðveldi hevur trúttað niður í okkum føroyingar síðani stovnanina av flokkinum, nevnliga at Ríkisfelagsskapurin er eitt eindarríki, tað er væl sagtans tí Tjóðveldi er stovnað.

So loysnin er nokk at grundgeva her heima og ikki liggja á knæ niðri á Fólkatingi og bidda danskar ministarar um at góðkenna okkum sjálvi, hetta má halda uppat.

Tað loysir seg ”big time” fyri danir uttanríkispolitiskt, at vit eru saman í Ríkisfelagsskapinum, og tað hevur so sanniliga loyst seg fyri okkum at verða í Ríkisfelagsskapinum, hvar vit hava skapt eitt av fremstu vælferðarsamfeløgunum í heiminum.

Loysing er ikki nakað man fær – loysing er nakað man tekur.

Samband er nakað, sum føroya fólk hevur tikið undir við, og sum ein stórur partur av føroyingum metir verða tað bestu skipanina til dags dato.

Um ríkisrættarligar broytingar og loysing skal fremjast, so eru tað føroya fólk, sum koma at avgera tað – og ikki ein tilvildarligur danskur ráðharri, sum skal hjálpa.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

Tingmaður fyri Sambandsflokkin