Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni.
Tá hesar mátingar verða samanbornar við mátingar frá tólum, sum liggja í sjónum, ber til at rokna streymin á opnum havi. Havstovan hevur nýliga brúkt hetta til at gera nýggjar metingar av rákinum norðan fyri Føroyar.
Øll greinin kann lesast her.
Havstovan gevur út ársritið Sjóvarmál, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum á Havstovuni.