Ein absolutt fortreyt fyri vinnuligum og samfelagsligum framburði er, at karmarnir hjá vinnuni eru góðir og støðugir. At karmarnir eru støðugir merkir, at tað ber til hjá fyritøkum at leggja ætlanir fram í tíðina. Hetta verður eisini ásannað í teimum frágreiðingum um vinnupolitikk, sum skiftandi landsstýri hava gjørt gjøgnum tíðina.
Ein uppboðssøla førir til stutttíðarhugsan í fiskivinnuni
Í hesum døgum verður tosað nógv um uppboðssølu av fiskirættindum. Harvið verður óbeinleiðis eisini tosað um møguleikar og karmar hjá fiskivinnuni á landi og hjá undirveitarum til fiskivinnuna. Tað verður m.a. sagt, at endamálið er at tryggja, at tey mest dugnaligu skulu hava atgongd til fiskiskapin. Í hesum kjaki verða tvey viðurskifti tó gloymd: tað fyrsta er, at verandi skipan er í stóran mun eitt úrslit av, at tey mest dugnaligu hava keypt teir aktørar, sum ikki fingu líka nógv burturúr. Er umsetiligheit í einari skipan, verða tað í høvuðsheitum tey mest dugnaligu, sum umsita rættindini, líka mikið hvussu hesi av fyrstantíð vórðu býtt út. At ávísar forðingar eru fyri umsetiligheitini í fiskivinnuni er eitt annað mál, sum tað ber til at gera nakað við, uttan at neyðugt er at skipa eina uppboðssølu.
Tað næsta, sum gloymt verður, er, hvussu tað ávirkar aktørarnar í vinnuni, at fara frá tryggum rættindum til ótryggari rættindi.
Tað, sum serliga hevur skapt, og sum framvegis skapar, vinnuligan framburð, er, at vinnan hugsar og leggur ætlanir fyri eitt longri tíðarskeið. Eisini hóast tað ofta er neyðugt at rætta kós í mun til tær langtíðar ætlanir, sum eru lagdar.
Hetta er eisini orsøkin til, at privati ognarrætturin er grundarlagið undir búskaparskipanum í vesturheiminum í dag. Tí uttan greiðan rætt, eingin langtíðarhugsan. Um tú ikki veitst, um tú eigur grundstykkið í morgin, fert tú heldur ikki at mála húsini í dag.
Í teimum allarflestu fiskivinnutjóðunum verður valt at útluta kvotur eftir søguligum rættindum. Um hugt verður eftir teimum fáu royndum, sum í heimshøpi eru gjørdar við at skipa eina uppboðssølu av fiskirættindum, fæst ein hóming av, hvussu hetta hevur ávirkað sjónarringin hjá aktørunum í vinnuni.
T.d. royndi stjórnin í Russlandi og Estlandi eitt stutt tíðarskeið fyrst í hesari øldini at selja kvotarættindi á uppboði. Avleiðingarnar av uppboðssøluni í Russlandi vóru m.a., at skuldin hjá reiðaríunum øktist, og at fleiri fyritøkur fóru á húsagang, tí tær ikki høvdu neyðuga gjaldførið til at standa ímóti við, tá tíðirnar versnaðu. Húsagangirnir í fiskivinnuni høvdu negativar sosialar avleiðingar við sær, serliga í fjareysturspartinum av Ruslandi. Peningur var heldur ikki til viðlíkahald av skipum og útgerð, og trýstið á fiskastovnarnar øktist orsakað av ólógligari veiðu, samstundis sum fiskiveiðieftirlitið ikki var serliga virkið orsakað av sparingum.
Í bæði Russlandi og Estlandi varð rættuliga skjótt farið frá uppboðssøluni og aftur til útluting eftir søguligum rættindum.
Tá rættindini eru ótrygg, byrja fyritøkurnar at hugsa stuttskygt. Hugsað verður tá ikki um burðardygga veiðu, tí onkur annar kann fáa ágóðan av hesum. Hugsað verður ikki um at skapa sær eina langsiktaða støðu í marknaðinum, eitt brand, tí hetta tekur tíð at uppbyggja, og stórur vandi er fyri, at onkur annar fær ágóðan av tí.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at ein uppboðssøla neyvan er rætti háttur at útluta fiskiveiðurættindi. Í staðin átti landsstýrið at savna seg um at skipa fiskiskapin á burðardyggum grundarlagi, og at gera skilagóðar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Føroya Arbeiðsgevarafelag