Byggiharrasamtak Føroya hevði aðalfund fríggjadagin, har nýggj ætlan varð gjørd fyri framtíðina. Í hesum sambandi fer samtakið at seta ein samskipara í starv, sum skal mynda arbeiðið hjá samtakinum og gera strategiskar ætlanir fyri virksemið.
Byggivirksemið í Føroyum er stórt í løtuni. Serliga innan tað almenna. Fríggjadagin hevði Byggiharrasamtak Føroya aðalfund, og í hesum sambandi hava nevndin og limirnir gjørt av at víðka um virksemið hjá samtakinum við tí endamáli at geva eitt betri íkast til menningina av allari bygging í Føroyum.
Ætlanin er at seta ein samskipara í starv, og somuleiðis fáa økt um limatalið í samtakinum. Í løtuni eru seks limir, sum telja Landsverk, SEV, Bústaðir og Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Runavíkar kommunur. Formaður er Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og aðalfundurin samtykti, at umboðið hjá Landsverki verður føddur formaður.
Byggiharrasamtakið fer í næstum at søkja eftir einum samskipara, ið fær sum uppgávu at leiða dagliga arbeiðið í samtakinum og gera strategiskar ætlanir fyri virksemið hjá almennu byggiharrunum í Føroyum. Skrivaraembætið fær sæti á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki á Tinghúsvegnum.
– Ætlanin er, at samskiparin skal mynda felagið fakliga og leggja upp til at loysa avbjóðingar í felag, eins og fáa røkt áhugamálini hjá byggiharrunum í Føroyum. Somuleiðis skal samtakið vera ein felags rødd mótvegis byggivinnuni, ráðgevunum og samfelagnum sum heild. Vit hava ofta somu avbjóðingar og vilja loysa hesar í felag og geva eitt betri íkast til áhaldandi menning av bygging í Føroyum, sigur Ewald Kjølbro, formaður í Byggiharrasamtaki Føroya.
Í nevndini fyri Byggiharrasamtak Føroya sita Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, formaður, Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, næstformaður, og nevndarlimir eru Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, Eyðun Petersen, tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Bústaðir.