Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fleiri kvinnur ætla at búgva í Føroyum

Tórshavn Mynd 24.fo - ÓML

Eftirmetingartøl hjá Jobmatch benda á, at fleiri kvinnur ætla at búgva í Føroyum innan fyri trý ár.

Samstundis eru eisini færri kvinnur, sum siga seg vera í iva um henda spurning.Sum heild vísa tølini, at áhugin hjá útisetum at flyta til Føroya er vaksandi. Ein av spurningunum er: Ætlar tú at búgva í Føroyum? Í 2011 søgdu 10% av teim vitjandi á Jobmatch, at tey ætlaðu at búgva í Føroyum eftir loknan lestur innan fyri eitt ár. Í 2014 er hetta tal vaksið til 15%. Í sama tíðarskeiði er talið av teimum, sum siga seg ikki vita, um tey ætla at búgva í Føroyum, lækkað úr 30% til 20%.

Tá hugt verður eftir, hvussu svarini býta seg á kyn, so eru tað serliga kvinnurnar, sum hava broytt áskoðan. Í 2011 søgdu 12% seg vilja flyta heim innan fyri 3 ár, men hetta tal er vaksið til 25% í 2014.

Tølini eru grundað á eftirmetingarskjøl, sum Jobmatch savnar inn á hvørjum ári millum tey 3-400 vitjandi, harav umleið 50% luttaka í kanningini.

Jobmatch verður aftur í ár týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum.


Kelda: jobmatch.fo – mynd Tórshavn 24.fo