Í sambandi við Jobmatch 2015, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin týsdagin 29. desember, minnir Landsverk á, at lesandi hava møguleika fyri at søkja summarstørv á stovninum. Tey, sum lesa verkfrøði, byggifrøði, arkitektur ella annað, ið er viðkomandi á einum stovni sum Landsverki, hava góðar møguleikar fyri at fáa eitt tíðaravmarkað starv komandi summar.
savnsmynd lv