Home Fólk & Samfelag Jobmatch 2015

Jobmatch 2015

by OML

Tórshavnar Kommuna er karmurin tit eru framtíðin. Hetta segði Heðin Mortensen.

Jobmatch varð á fyrsta sinni hildið í 2008, og Tórshavnar kommuna hevur verið høvuðsstuðul á hvørjum ári. Eg eri onga løtu í iva um, at leikluturin hjá landsins størstu kommunu er púra avgerandi fyri, at fólk trívast, og at vit skapa eitt nútímans samfelag, sum fær fólk at leita higar at arbeiða.

Vit skulu hava framhaldandi vøkstur, og at fáa væl útbúnar føroyingar at starvast í høvuðsstaðnum er natúrligur partur av hesum. Tí brúka vit nógva tíð og leggja stóra orku í at gera Tórshavnar kommunu til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi.

Tórshavnar kommuna bjóðar seg fram at verða staðið, har tað legst aftrat við fólki við góðum útbúgvingum. Jobmatch er eitt gott stað hjá kommununi at styrkja sambandið millum tey lesandi og okkara arbeiðsmarknað. Vit eru í harðari kapping við býir í grannalondum okkara. Men samstundis stendur tað eisini greitt, at vit hava kappingarfyrimunir á nógvum økjum. Havnin er reinari enn aðrir høvuðsstaðir. Eingin annar høvuðsstaður hevur betri treytir á dagstovnaøkinum. Og so er tað familjan, sum ofta er til reiðar at traðka til, tá ið foreldur hava tørv á tí. Við hesum í huga er tað einki at siga til, at nógv siga seg sakna lívið í Føroyum, tá ið tey eru uttanlands.

Hugsa vit um starvsmøguleikar, so er áhugin fyri at arbeiða í kommununi stórur. Fakliga umhvørvið er í eini menning, og vit skapa karmar sum ongantíð áður. Tað er at frøast um, at forvitni og møguleikin fyri einum góðum starvi ella nýggjum sambondum fær nógv lesandi, nýútbúgvin og somuleiðis onnur fólk at leita í Norðurlandahúsið til árligu starvsstevnuna.

Tórshavnar kommuna gongur á odda
Tað gongur væl í Tórshavnar kommunu í løtuni. Vit hava búskaparvøkstur, fólkavøkstur og arbeiðsloysið er at kalla einki. Tí síggja vit eisini, at fleiri spennandi størv eru leys at søkja. Her eru størv til fólk við tekniskum førleikum og við náttúruvísindaligum áhuga. Her eru størv til teirra, sum brenna fyri øðrum menniskjum, ella fyri at skapa, og til teirra, sum elska tøl og fyrisiting.

Jobmatch er eitt sera gott og neyðugt høvi hjá okkum at hittast og fáa nærri innlit í førleikarnar, sum fólk arbeiða fyri at fáa hvønn einasta dag. Soleiðis kann starvsstevnan gera nógvar møguleikar til enn fleiri møguleikar.

Tórshavnar kommuna vil slóða fyri, og vit kenna tað sum okkara ábyrgd at stuðla tiltakinum og soleiðis eisini skapa fortreytirnar fyri menning og trivnaði í framtíðini. Lesandi og føroyskar fyritøkur og stovnar knýta bond og samskifta um starvsmøguleikar. Á Jobmatch verða avtalur gjørdar um samstarv í sambandi við útbúgving – eitt nú um uppgávur og starvsvenjing. Tórshavnar kommuna er ein hin størsti arbeiðsgevarin í landinum og fegnast um møguleikan at hitta lesandi og starvssøkjandi.

Kommunan er eisini sinnað at gerast partur av lestrartilgongdini, og tí bjóða vit okkum fegin fram á tann hátt, at lesandi kunnu skriva uppgávur og verkætlanir í samstarvi við kommununa. Tað er bara at halda seg framat og senda ein fyrispurning um hetta sama.

Tað er umráðandi, at fólkið trívist. Tað verður altíð fremsta uppgávan hjá kommununi. Og tað er hetta, sum ger, at fólk skapa nakað saman við okkum. Tí eru vit eisini á Jobmatch fyri at lurta – vit vilja fegin hoyra beinleiðis frá luttakarunum, hvat tey fáast við og droyma um í framtíðini.

Ein kommuna við førleikum
Fólk við góðum útbúgvingum og virðismiklum royndum skapa bestu fortreytirnar fyri nýggjum hugskotum og framskygdum ætlanum.

Tað er mín greiða fatan, at nógv hava eitt ynski um at arbeiða og virka í Føroyum. At fáa okkara lesandi ungdóm at virka og at seta á stovn fyritøkur í Tórshavnar kommunu til gagns fyri landið alt er gleðiligt, tí nýggj hugskot og nýggjar ætlanir eru altíð kærkomnar. Hetta sampakkar væl við okkara ætlanir, sum eru festar á blað í visjónini, har strembað verður eftir at gera Tórshavnar kommunu til ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Vit eru væl á veg, og tað hoyra vit eisini frá bæði borgarum, fyritøkum og stovnum.

Felags fyri arbeiðsgevararnar, sum taka lut á Jobmatch, er, at vit vilja hava lesandi og onnur við góðum førleikum at búseta seg og virka í Føroyum. Sum øll onnur samfeløg eru Føroyar hvørki meira ella minni enn teir borgarar, sum búgva og virka her. Tess fleiri, fjølbroyttari, dugnaligari, royndari og virkisfúsari íbúgvararnir eru, tess sterkari eru vit, og tess betur brynjað eru vit at møta framtíðini.

Ein veruligur høvuðsstaður alneyðugur

Skulu vit halda fast um og draga at okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi, ja, so krevst ein sterkur høvuðsstaður.

Besta amboðið at føra hetta út í verki er at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum gjørligt: dagstovn, skúla, møguleikar at seta búgv, ungdómsvirksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív og so framvegis. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar.

Lat ongan iva verða um, at luturin hjá høvuðsstaðnum ongantíð liggur eftir.

Tí vit vita, at kapping er um vitanina. Fyritøkur og stovnar aðrastaðni leggja nógv fyri at fáa fatur á somu vitan, sum vit kappast um. Tí er tað alneyðugt, at vit gera vart við tær stóru, spennandi og ikki minst sera fjølbroyttu uppgávur, sum vit hava at bjóða okkara vælútbúna fólki.

Arbeiðsgevarar vilja hava atgongd til vitanina, sum lesandi og nýliga útbúgvin hava, og vit eru altíð til reiðar at fáa skump og íblástur frá hugburði og tilgongdum, sum flyta mørk og eru okkum ókend. Á Jobmatch hitti eg altíð fólk, sum saman við øllum øðrum borgarum í kommununi gera føroyska samfelagið meira fjøltáttað og ríkari.

Aftur í ár kunnu vit staðfesta, at Føroyar hava stóran áhuga millum tey mongu, sum lesa og nýliga eru liðug við lesturin. Áhugin millum føroyskar arbeiðsgevarar er somuleiðis stórur. Vit kunnu staðfesta, at her er fullteknað, og nógv prát eru bíløgd.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.