Fleiri enn 14 milliónir bilar hava koyrt tilsamans í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum.
Fram til ársenda 2015 høvdu tilsamans 14.401.884 akfør koyrt í báðum undirsjóvartunlunum.
Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu fyri 13 árum síðan, tann 10. desember 2002. Síðan hann lat upp og til 31 desember 2015 høvdu 7.180.179 akfør gjørt nýtslu av tunlinum.
Síðan Norðoyatunnilin lat upp 29. apríl 2006 og til ársenda 2015 høvdu 7.221.705 akfør koyrt í Norðoyatunlinum. Sostatt er talið av akførum, sum hava koyrt í Norðoyatunlinum, fari uppum samlaða talið av akførum, sum hava koyrt í Vágatunlium.
Árið 2015
Í 2015 var miðalferðslan í Norðoyatunlinum 2.463 akfør um samdøgrið, í mun til 2.310 í 2014. Íalt koyrdu 899.800 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin í 2015 og 843.645 í 2014, ein øking á 6,7%, ella 56.155 fleiri enn í 2014.
Í Vágatunlinum var miðalferðslan 1.865 akfør um samdøgrið í 2015, í mun til 1.824 akfør um samdøgrið í 2014. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 681.673 í 2015 og 666.457 akfør í 2014, ein øking á 2,3%, ella 15.216 akfør fleiri enn árið frammanundan.
Savnsmynd fra LV