Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Norðborg tók boyu upp

Savnsmynd 24.fo

Leygardagin 19. desember fekk Havstovan boð um, at ein streymmátari var flotnaður í Hetlandsrennuni. Streymmátarin rak við vindinum í ein landnyrðing og nærkaðist eini leið, har fleiri uppsjóvarskip royndu. Av tí at Magnus Heinason var til umvælingar á skipasmiðjuni og tí ikki kundi loysa, avgjørdi Havstovan at seta seg í samband við okkurt av føroysku skipunum. Ringt varð umborð á Norðborg, og tað bar ikki beinari á, enn at teir júst høvdu tikið trolið inn og sett kós móti landi. Norðborg var tá umleið ein tíma frá boyuni, og settu teir tí kós ímóti henni. Okkurt um hálvan annan tíma seinni høvdu teir funnið boyuna og tikið hana upp í øllum góðum.

 

Hesin streymmátarin varð lagdur út í juni 2015 saman við trimum øðrum mátarum, sum Havstovan legði út í Hetlandsrennuna, og fýra mátarum, sum Havrannsóknarstovan í Aberdeen (Marine Science Scotland) legði út. Hetta er eitt átak í verkætlanini NACLIM, har streymmátingar m.a. verða gjørdar í Hetlandsrennuni. Eftir ætlan skulu allir mátararnir takast uppaftur í mai, men hesin flotnaði í ótíð. Tað hendir viðhvørt, at boyurnar flotna í ótíð og oftast er tað tá okkurt galið við útloysaranum, sum heldur loddinum. Hesaferð sá tað tó út til, at hava verið okkurt galið við einum sjekuli, so at boyan misti loddið. Streymmátarin verður væntandi lagdur útaftur á sama stað í februar, tá Magnus Heinason fer á fyrsta hydrografitúrin í ár.

 

Havstovan takkar skipara og manning umborð á Norðborg fyri sýnda vælvild.

 

Mynd 1: Streymmátarin innanborða á Norðborg. Myndin er fingin frá Norðborg.

 

Mynd 2: Tekning, sum vísir, hvussu fortoyningin var sett saman.

Kelda: Havstovan og forsíðumynd 24.fo