Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Stórar broytingar í arbeiðsloysinum millum kyn, aldursbólkar og sýslur

Í november minkaði árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið niður í 2,4%. Frá várinum til út á heystið lá tað javnt um 3% og minkaði so niður 2,7% í september og er aftur minkað bæði í oktober og november. Størsta minkingin er hjá kvinnum, frá 3,4% í september til 2,9% í november, meðan tað hjá monnum er minkað frá 2,1% til 2,0% í sama tíðarskeiði.

Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 557 frá november í fjør til 368, t.v.s. við 189 kvinnum. Hjá monnum er talið í sama tíðarskeiðið minkað við 52, úr 340 monnum í november í fjør til 288 í november í ár.

Ymisk minking í arbeiðsloysi millum aldursbólkar og kyn
At munur er á minkingini í arbeiðsloysi millum aldursbólkarnar er sjónligt á fyrstu myndini niðanfyri, ið vísir broytingina fyri menn og kvinnur tilsamans, frá nov. 2014 til nov. 2015. Størst er minkingin hjá teim elstu, 55-66 ár, men har var arbeiðsloysið eisini størst frammanundan. Og minst er minkingin hjá teim yngstu, 16-24 ár, men har var arbeiðsloysið eisini minst frammanundan. Eisini er minkingin lítil í aldursbólkinum 25-34 ár – hetta er nú aldursbólkurin við tí størsta arbeiðsloysinum.

Uppaftur størri er munurin í broytingini í arbeiðsloysinum, tá vit samanbera hjá ávikavist monnum og kvinnum í ymisku aldursbólkunum, sí báðar tær niðaru myndirnar niðanfyri. Nú er aftur størsta broytingin hjá teim elstu, men merkisvert er, at hjá monnum er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu mótvegis øllum øðrum vaksið frá nov. 2014 til nov. 2015. Hjá kvinnum hinvegin er stór minking í arbeiðsloysinum í øllum aldursbólkum frá 25 árum og uppeftir.

 

Eisini ymisk broyting í arbeiðsloysi millum sýslur og kyn
Av fyrstu myndini niðanfyri, ið vísir broytingina í arbeiðsloysinum fyri bæði menn og kvinnur tilsamans í ymisku sýslunum, sæst, at arbeiðsloysið er minkað munandi í øllum sýslum, men at nógv størsta minkingin er í Sandoyar sýslu, heilt úr 6,7% niður í 1,7% – ein ógvislig broyting frá størsta til minsta arbeiðsloysið í landinum. Hóast eisini munandi minking er í Suðuroyar sýslu, er tó arbeiðsloysið størst har – men bert lítið størri enn í Vága sýslu. Samantikið er nú nógv minni munur millum arbeiðsloysið í ymisku sýslunum.

Tær báðar niðastu myndirnar vísa broytingina í arbeiðloysinum ávikavist hjá monnum og hjá kvinnum í ymisku sýslunum, frá nov. í fjør til nov. í ár. Sjónligt er, at í øllum sýslum er minkingin í arbeiðsloysinum nógv størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Hjá monnum er enntá ein vøkstur í Eysturoyar sýslu, men tað er frá metlágum støði á 1,2% í 2014 til 1,4% í 2015, og er tað framvegis lægsta arbeiðsloysi hjá monnum kring landið. Merkisverd er minkingin í Sandoyar sýslu, serliga hjá kvinnum, úr 8,0% niður í 1,6%. Eisini í nógv størstu sýsluni, Streymoyar sýslu, er nógv størri minking í arbeiðsloysinum hjá kvinnum enn hjá monnum, og tað vigar nógv í samlaða úrslitinum fyri alt landið.

 

Skrásett, fulltíðarroknað og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tey, sum ikki eru í ALS, men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys. Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Kelda: Hagstova Føroya » 08. januar 2016 – savnsmynd 24.fo