Tá andstøðan meldaði út í vikuni, at grundupphæddin skal hækka, taki eg útsøgnina í álvara og ikki sum ein politiskan glantrileik. Hendan útsøgn leggur góðar lunnar undir arbeiðið við pensjónsnýskipanina.
Grundupphæddin er skattafrí og verður ikki mótroknað. Ì verandi løtu eru allir flokkar á tingi samdir um, at allir pensjónistar skulu fáa í minsta lagi 2700 kr um mánaðin í grundupphædd. 2700 krónur, ið ikki vera mótroknaðar ella skattaðar.
Hetta eru nýggir tónar. Áður hevur talan verið um at mótrokna í allari grundupphæddini. Mótrokningarleisturin, ið skuldi mótrokna í allari grundupphæddini, hevði týðandi leiklut, tá ið pensjónskipanin skuldi skipast. Nú er mótrokningarleisturin niðurtónaður og grundupphæddin skal hava frið. Hetta er at frøast um. Javnaðarflokkurin metir, at ein partur av pensjónini skal falla øllum borgarum í lut, so talan áhaldandi kann vera um ein sáttmála millum allar borgarar landsins og millum ættarlið. Um mótrokningar og skattafría grundupphæddin skal eita 2700 kr um mánaðin ella góðar 3000 kr um mánaðin kemur at ávirka, hvussu viðurskiftini annars verða skipaði. Niðanfyri standandi spurningar og aðrir við, verða uttan iva partur av pensjónsarbeiðinum.
- Skal grundupphæddin prísjavnast?
- Hvussu nógv % skulu sparast upp eftir førimuni í felag við samhaldsfasta?
- Hvussu nógv % skulu sparast upp til egna privata pensjón?
- Skal pensjónsaldurin vera ymiskur, ella hvat skal pensjónsaldurin vera ?
- Hvussu tryggja vit, at eldri fólk, ið eru væl fyri, verða eggjað at arbeiða ?
- Hvussu skal mótrokningarleisturin skipast, ella skal hann avtakast ?
At gera pensjónskipan er ein avbjóðing, sum politiskaskipanin skal loysa. Í verandi løtu sær út til, at allir flokkar á tingi vilja varðveita eina skatta og mótrokningarfría grundupphædd hægri enn 2700 kr og tað meti eg, er eitt gott og virðiligt útgangsstøði at byggja á. Vónandi náa vit einari góðari breiðari semju, áðrenn fíggjarlógin 2017 skal viðgerðast.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin