Álit viðvíkjandi klagu um vantandi frítøku fyri kringvarpsgjald. Hetta skrivar Løgtingsins Umboðsmaður í dag.
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá einum arbeiðsplássi um vantandi frítøku fyri at rinda kringvarpsgjald. Arbeiðsplássið hevði hvørki sjónvarp ella útvarp, men internet, sum saman við teldu bert varð brúkt til kassaskipan og gjaldskortterminalar. Mentamálaráðið hevði staðfest avgerðina hjá Kringvarpi Føroya um ikki at játta frítøku fyri at rinda kringvarpsgjald. Umboðsmaðurin vísti á, at arbeiðsplássið hevði internetsamband og tól (teldu), sum, uttan at vera sjónvarp, kann móttaka sjónvarpssendingar, og at tólini ikki kunnu roknast sum hjálpartól, tí hesi ikki eru tengd at eini støðu, har brúkarin ber brek. Vísandi til hesar umstøður, varð umboðsmaðurin samdur í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum um, at arbeiðsplássið ikki lýkur treytirnar fyri at vera undantikin at gjalda kringvarpsgjald. (LUM 14/00003)
Kleda: lum.fo 12-01-2016