Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Allar útreiðslur úr sáttmálanum

Formansvalið til Fiskimannafelagið verður í næstum, og sitandi formaður lovar hægri minstuløn, og at øll gjøld skulu úr sáttmálanum. Henda greinin varð prentað í Sosialinum 21. desember og er frá heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.

 

Jan Højgaard ætlar at taka sítt fjórða skeið sum formaður í Fiskimannafelagnum.

Navn: Jan Højgaard
Føddur: 20. januar 1965
Giftur: May í Túni Højgaard
Børn: Maria 7 ár

Dystarval verður til valið av fiskimannafelagsformanni í ár. Tá Freistin at stilla upp var úti 4. desember, vóru tvey valevni: Sitandi formaður, Jan Højgaard, og hitt valevnið er Sniálvur Røvilsberg úr Skopun.

Jan Højgaard hevur fleiri mál, sum hann ætlar at fáa framd komandi valskeið, verður hann afturvaldur.

– Eg havi hug at halda fram, tí nógv er framvegis eftir at gera til frama fyri fiskimannin. Fiskimaðurin veit sjálvandi ikki um alt arbeiðið, eg geri á skrivstovuni, men eg stríðist nógv fyri sosialum viðurskiftum hjá monnum. Tað kunnu vera mál, sum hava samband við almannaverkið, tryggingarmál og heilsuverkið.

Fyrstu ferð til skips: Sum 16 ára gamal við Grunningi. Hevði róð nakað út frammanundan
Á sjónum: Verið til skips í 20 ár við m.ø. Grunningi, Voluntair og Mascot

– Eg føri nógv sakarmál saman við okkara advokati, Páll Nielsen, móti reiðaríum. Og tað er mangan ein drúgvur og tungur burður. Vit hava til dømis stríðst í fýra ár fyri lønarviðurskiftunum hjá manningini umborð á Beinisvørði, tí sáttmálin varð brotin á sinni. Nú hava vit vunnið í Føroya Rætti, men tað er eitt tógvið stríð at koma so langt, sigur Jan Højgaard.

Hann sigur, at reiðarar hava gjørt alt fyri at forða fyri, at hetta málið skuldi koma so langt. Tað bar í sær, at Fiskimannafelagið noyddist at leggja 3 milliónir krónur sum trygd, fyri at málið kundi koyra. Tað kostar felagnum 60.000 krónur árliga at veita slíka trygd.

– Onnur mál eru eisini á skránni, til dømis málið um Asbjørn Senior, og so er eisini eitt størri mál við Nærabergi, sigur Jan Højgaard.

Allar útreiðslur úr sáttmálanum

Verður hann afturvaldur sum formaður í Fiskimannafelagnum, fer Jan Højgaard at arbeiða fyri, at allar útreiðslur, sum fiskimaðurin hevur í sáttmálanum, verða tiknar burtur.

– Her hugsi eg um millum annað olju, agn og líknandi. Vit halda, at reiðararnir taka ov nógv her, og at teir beinleiðis fáa vinning av, at fiskimenn hava útreiðslur í sáttmálanum. Vit eru komnir ásamt við Reiðarafelagið um at seta ein bólk, sum leypandi skal arbeiða við hesum málinum. Væntandi byrjar tann bólkurin arbeiðið 1. mars í 2016, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hægri minstuløn

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur, at nú er tíðin komin at hækka minstulønina. Í dag er minstulønin kr. 1.120,00 um dagin við frítíðarlønini, og hetta er ov lítið, heldur hann.

– Eg vil hava hana hækkaða til í minsta lagi kr. 1.200,00 um dagin. Tað ætla vit, at Trygdargrunnurin skal gjalda. Oman á hetta gjaldið ætla vit, at reiðararnir skulu gjalda einar 300 til 400 krónur eyka um dagin ella íalt einar 1.500-1.600 krónur um dagin, sigur Jan Højgaard.

Fastlønarskipan

Sitandi formaðurin í Fiskimannafelagnum ætlar eisini at fara undir eina tilgongd, so manningarnar á øllum skipum fáa eina fastlønarskipan. Skipanin skal vera soleiðis, at manningarnar fáa fasta hýru, og skuldi tað hent, at ein túrur gevur minni enn føstu hýruna, skal ikki bera til hjá reiðaranum at mótrokna í hýruni.

– Vit arbeiða eisini alla tíðina við at betra tryggingina, og haraftrat ætla vit at betra sáttmálan við reiðararnar soleiðis, at hýruprosentið verður hægri, sigur Jan Højgaard.

Veiðibann um jólahalguna

Tá John Petersen sat sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum, varð veiðibann sett um jólahalguna. Hetta ætlar Jan Højgaard at fáa sett í gildi aftur.

– Vit fara at royna at fáa myndugleikarnar at seta veiðibann aftur í gildi um jólahalguna. Tað merkir, at bæði nótaflotin og heimaflotin liggur stillur um jólini, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Sjúkrapeningur

Tá tað kemur til at tryggja sjómenn í sambandi við sjúku, ætlar sitandi formaður eisini at gera betringar, um hann verður afturvaldur til formann.

– Ein lærari til dømis er nógv betur fyri, um hann gerst sjúkur, enn ein fiskimaður. Myndugleikarnir mugu síggja í eyguni, at sjómenn mugu hava eina trygging, sum teir kunnu liva av, um teir gerast sjúkir, tað eru sjúkrapeningur og tryggingarpeningur, heldur Jan Højgaard.

At enda vil Jan Højgaard gera nakað við trygdina á sjónum, tí hon er ikki nóg góð sum er.

– Myndugleikarnir mugu kanna skipini betur, áðrenn tey fara út, so bjargingarútgerð, neyðljós, neyðlúkur og so framvegis eru í góðum standi, heldur Jan Højgaard.

Sambært Fiskimannafelagnum verða atkvøðuseðlarnir sendir út hesa vikuna, og seinasta freist at atkvøða er á midnátt 30. januar. Atkvøðurnar verða taldar upp 31. januar.

kelda:fiskimannafelag.fo