Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ætlar Heðin at oyðileggja Havnina?

Komandi árini fer Heðin Mortensen ivaleyst at verða mintur sum ein borgarstjóri, ið fekk nakað á skaftið og veruliga setti gongd í høvuðsstaðin. Spurningurin er tó, um hann hevur gjørt sær tankar um sítt eftirmæli, tá hann einaferð hevur lagt frá sær sum politiskur oddamaður fyri okkara vakra og hugnaliga høvuðsstað. Neyvan hevur hann hugsað serliga djúpt um sítt langtíðarummæli sum borgarstjóri, tá hugsað verður um ætlaðu havnarútbyggingina.

Kári Mikkelsen
havnarborgari


Spurningurin er, hvussu leingi tú Heðin Mortensen fer at verða mintur fyri tíni mongu, góðu og mennandi avrik, ið eru sjónlig allastaðni í býnum. Verður tað tíggju, tjúgu ella trýati ár, at hesi gerandisligu og lutfalsliga stuttlivaðu avrikini verða mint. Neyvan verða tað fimti ella hundrað ár, um tú fylgir verandi býráðsmeiriluta við tær sjálvum á odda, ið nú fer undir oyðileggja okkara vakra útsýni frá høvuðsstaðnum.

Hetta langtíðarminnið koma hvørki eg og nógv onnur við mær av góðum grundum at fáa, men var eg tú, Heðin Mortensen, hevði eg satt at siga borið ótta fyri langtíðarummælinum av tær sum borgarstjóra. So kann ein siga, at til ta tíð er alt líkamikið, tí tá eru flest okkara, sum minnast ta óbótaligu gerð, tú sum borgarstjóri framdi móti okkara vakra høvuðsstaði, farin undir grønu torvu.

Eg sipi sjálvandi til ørvitisætlanina um havnarútbygging, ið sambært formanninum í vinnunevndini í kommununi, Sjúrð Olsen, verður boðið út longu í mars. Sami Sjúrður Olsen, sum hugmóðiga avvísir øllum mótmælum, ið sambært honum koma ov seint.

Meirilutin í Tórshavnar býráði – við tær Heðini Mortensen á odda – er júst nú í ferð við at oyðileggja eitt tað mest avmyndaða, málaða og teknaða útsýnið í landinum, ið somuleiðis er dagliga gleðin hjá túsundtals íbúgvum í høvuðsstaðnum. Nevniliga útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og Nólsoy úr Tórshavn, hvørs íbúgvar ístaðin koma at síggja fjøll av marglittum og ósjarmerandi bingjum við áskriftini Eimskip, Faroeship, Smyril Line, ella hvat nú flutningsfeløgnini koma at kallast í framtíðini.

Og tá tosi eg als ikki um Skansan, sum hevur verið snúningspunktið í øllum orðaskifti um havnaútbyggingina. Nei, at tað yvirhøvur verður gjørd ein slík ætlan fyri okkara lítla, vakra høvuðsstað.

Letur tú kapitaláhugamálini stýra?
“Follow the money”, sigur amerikanskt orðatakið, ið sipar til, at tað aloftast eru kapitaláhugamálini, sum stýra tingunum. Er tað veruliga so, at tú Heðin Mortensen, við atkvøðuneytunum í Tórshavnar býráði í rygginum, rennur ørindi fyri kapitaláhugamálini hjá flutningsfyritøkunum og á hesum altari velur at ofra býin og trivnaðin í høvuðsstaðnum? Tað vóni eg ikki.

Vit tosa altso ikki um New York, Rotterdam, Singapore ella Hong Kong. Býir við eini skóg av háhúsum, har ein havnaútbygging av slíkum slagi nóg illa hevði sæst aftur. Her hava vit at gera við ein av heimsins minstu høvuðsstaðum, har bert fáir bygningar eru hægri enn tríggjar hæddir. Tí skal ein havnarútbygging vera sera væl umhugsað, og tað er hendan milt sagt ikki. Hon byggir víðari á eitt mistak, sum varð framt fyrst í áttatiárunum, tá verandi havn varð útbygd. Ein útbygging, sum ongantíð hevur tænt sínum endamáli og tískil ikki skuldi verið gjørd.

Og fyri ikki at tala um tann fíggjarliga partin, har milliónir av kubikkum av gróti skulu flytast av einum alsamt minkandi Glyvursnesi og blakast í bládýpið í Nólsoyarfirði. Hetta í royndini at fáa nakrar fáar fermetrar undan vatnskorpuni til at fylla og skemma bæði umhvørvið og tippa útsýnið yvir fjørðin við íslendskum bingjum. Við øðrum orðum eisini ein fíggjarlig ørvitisætlan, ístaðin fyri at gera útbyggingina á grynri vatni, har mest møguligt fæst fyri íløguna.

Er tað soleiðis, tú vilt tryggja títt eftirmæli, Heðin Mortensen, at standa sum oddamaður fyri einum oyðiløgdum útsýni fyri túsundtals havnarborgarar, ið hava valt teg sum borgarstjóra fyri kommununa? Eg trúgvi neyvan!

Steðga meðan tú kanst
Góði Heðin Mortensen, tú skalt hava rós fyri at møta upp til mótmælistiltakið í Reinsarínum leygardagin 2. januar. Hetta gjørdi formaðurin í vinnunevndini, áðurnevndi Sjúrður Olsen, ikki. Tað var eftir øllum at døma undir hansara lágmark at ómaka seg til at kunna seg um, hvat mótstøðufólkini móti ætlaðu havnarútbyggingini høvdu at bera fram.

Tú hevur verið ein góður borgarstjóri fyri høvuðsstaðin, Heðin Mortensen, tað skal tú hava alt rós fyri. Steðga tí hesi ørvitisætlan, meðan tú enn kanst, og finn eitt annað pláss, ið gløggir arkitektar og onnur skilafólk hava víst á er ríkiligt av í kommununi. Ein av hesum royndu og høgt virdu arkitektum skýrdi í innleggi í fjølmiðlunum í fjør ætlaðu havnarútbyggingina fyri at vera eina vanlukku fyri høvuðsstaðin, um hon verður sett í verk.

Umframt Nólsoyarfjørð ræður Tórshavnar kommuna sum kunnugt yvir bæði Kaldbaks- og Kollafirði, har tað eru hópin av uppskotum til, hvussu ein havnarútbygging kann gerast við neyðugum fyriliti og harafturat munandi bíligari.

Hugsa stórt, Heðin Mortensen, og lurta eftir tilráðingum frá slíkum fólkum, tá fert tú ikki skeivur! Tað gert tú hinvegin við at fylgja ætlanum hjá snævurskygdum politiskum døgnfluguum í tínum egna býráði. Slíkt ert tú sjálvandi alt ov víðskygdur og gløggur til.

Verandi bryggja sædd úr Sandagerði.

Nakað soleiðis fer útsýnið úr Sandágerði at vera eftir ætlaðu Skansabryggjuna.
(Tilgjørd mynd: Hannis Egholm)