Ikki síðan jan. 2004 hevur prísurin á brent olju verið niðanfyri 30 dollarar. Prísurin á brent olju lukkaði á hesa vikuna á 29,12 dollaraum, tað er eitt fall uppá nærum 75% ella við 87 dollarum, síðan hálvan juni 2014.
Útsvingini í brent oljuni hava verið stór síðan byrjanina av hesi øldini.
Í 2001 var hon niðri á 17 dollarum og í juli 2008 uppi á 147,4 dollarum, fyri síðani at gera eitt stórt fall, bara uppá 5 mánaðar. Niður á 36,15 dollarar og 27 mánaðar seinri var hon uppi 128,4 dollarum, fyri síðan í trý ár at halda sær omanfyri 100 dollarar.
Tað eru greinarar, sum vanta at brent oljan, eitt skifti, kann koma heilt niður á 17 dollarar aftur.
Sjálvt um flest allar goymslur av olju í dag eru yvirfyltar, so er stórur møguleiki fyri, at tað skjótt kann koma vakum í marknaðin, serliga um prísurin heldur sær lágum støði í eina tí. Tí nærum alla útbyggingar og nógv leiting er støðga. Søguliga hevur tað víst seg, at tað kann taka langa tí, at starta upp aftur.
Framleiðarar missa nógvan pening
Við verandi prísi verða feløgini drenaði fyri gjaldføri, tí flestu framleiðarar missa nógvan pening fyri hvønn dag sum gongur – pening sum eru neyðugir til framtíðar leiting og íløgur, tí blívur tað meira neyðugt enn nakrantíð, at fáa bankarnar við tá nýggjar íløgur skulu gerast. Eitt eru bankarnir kendir fyri, at teir læna ikki pening út til feløg við reyðum tølini á botnlinjuni.