Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

STATUS á ELDRAØKINUM

Mikukvøldið, 20. januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULINI á Læraraskúlanum. Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar.

Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá  formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst.

Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum.

Á fundinum verða stuttar framløgur frá teimum ymisku Borgarstjórunum um støðuna á eldraøkinum.

Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Torbjørn Jacobsen, Rósa Samuelsen, Gerhard Lognberg, Pauli T. Petersen, Dennis Holm og Jóhannus Danielsen, formaður í Skálafjarðarsamstarvinum.

Eyðgunn Samuelsen, Almannaráðið. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Orðaskifti

Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Vegna TIGN

 

Rúna Sivertsen

Hanne-Dot Ludvig

Betzy Ludvig

Mary Antonsdóttir

Tóra Tórgarð

 

Tíðindaskriv, 18.01.16