Í vikuskiftinum gjørdu útróðrarbátarnir BRAGD og LÍÐHAMAR úr Klaksvíka tveir góðar túrar.
Norðlýsið skrivar at BRAGD hevði 11.500 pund. Og vit hava fingið at vita at LÍÐHAMAR fekk 13.500 pund. JN.FO skrivar at LÍÐHAMAR landaði 19.000 pund mánadagin og er hetta frá tveimum útróðrartúrum ein uppá 5.500 pund og hin uppá 13.500 pund.
Norðlýsið skrivar í dag, at BRAGD er á veg inn við meir enn 11.000 pundum, og at NORÐSØKI hevur góð 8.000 pund.