Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 49.138. Tað er sostatt vaksið við 548 fólkum síðani 1. desember fyrra árið. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 230, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 318, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av veksandi burðaravlopi, ið heldur hevur verið spakuliga fallandi tey síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi. Tað er sjónligt í myndini niðanfyri, har vit samanbera 12-mánaðarskeiðini desember-november síðstu fimm árini.
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar í Suðuroy. Lutfalsliga er minkingin líka stór í Suðuroy sum vøksturin fyri alt landið tilsamans.
Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga er umleið javnt stórur vøkstur í Norðoya sýslu, Eysturoyar sýslu, Tórshavnarøkinum og Streymoy annars. Her er størsti vøksturin í Streymoy annars.
Í kommununum er størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Sunda og Sørvágs kommunum. Av hesum er lutfalsliga størsti vøksturin í Sunda kommunu. Størsta minkingin er í Fuglafjarðar, Hvalbiar og Tvøroyrar kommunum. Í Suðuroy minkar fólkatalið í øllum kommunum uttan Vágs kommunu, ið hevur ein lítlan vøkstur, og Porkeris kommunu, har tað stendur í stað.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum. Í hinum oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy og stendur í stað í Sandoy, meðan tað er vaksandi í Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Streymoy og Vágoy.
Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum á www.hagstova.fo
Kelda: Hagstova Føroya » 19. januar 2016 Mynd 24.fo