Home Ung & Ítróttur Tórshavn vertsbýur fyri HM / EM í kvinnuflogbólti

Tórshavn vertsbýur fyri HM / EM í kvinnuflogbólti

by OML

So er tað avgjørt. Havnin verður vertsbýur fyri HM/EM-kapping í flogbólti fyri kvinnur 22. – 26. mai í 2016.

Flogbóltssamband Føroya hevur líka síðan stovningardagin í 1980 verið ógvuliga virkið á altjóða pallinum við ungdómsliðum og A-landsliðum. Flogbóltssambandið hevur eisini skipað fyri altjóða kappingum í Føroyum, og í 2008 var EM-kapping fyri kvinnur í Havn.

Í sambandi við HM/EM-kapping hjá A-landsliðum, sum byrjar í 2016 við finalum í 2018, bjóðaði Flogbóltssamband Føroya seg fram at hýsa einum bólki hjá kvinnum.

CEV – Evropeiska Flogbóltssambandið hevur nú boðað frá, at ein bólkur verður spældur í Føroyum. Liðini koma til Føroyar 22. mai og fara avstað aftur 26. mai. Í hesum bólkinum eru umframt Føroyar, Norður Írland, Liktinstein og Kýpros.

Eins og í 2008, tá ið Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri EM-kapping, verður Tórshavn vertsbýur fyri kappingini. Høllin á Hálsi verður gjørd til, so hon kann hýsa tiltakinum við øllum teimum treytum, ið settar verða.

– Føroyskur flogbóltur á altjóða stigi verður sum oftast leiktur í øðrum londum, tá ið lið okkara dystast við onnur. At sleppa at leika á heimavølli er tí forkunnugt og av tí sama sera spennandi hjá allari ítróttini og serliga leikarunum, sum tá sleppa at vísa seg fram fyri egnum áskoðarum.

– Hetta tiltakið er bara møguligt, um fleiri partar ganga saman um tað. Gott samstarv við Atlantic Airways, Hotel Føroyar og serliga Tórshavnar Kommunu, sum tryggjar karmarnar, ger tað møguligt hjá Føroyum aftur í 2016 at hýsa altjóða tiltaki á hægsta stigi, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.

Myndatekstur:

Tveir fyrrverandi føroyameistarar í flogbólti, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.