Neyðugt er við greiðari lóggávu, tá tað ræður um kynslig brotsverk. Tí arbeiðir landsstýrið í løtuni við at dagføra revsilógina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt málið fyri landsstýrið og hevur fingið undirtøku fyri at arbeiða við málinum.
-Harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki. Tað er eisini ein stórur trupulleiki í Føroyum. Tað er skakandi at hoyra um mongu føroysku kvinnurnar, sum seinastu dagarnar hava havt dirvi til at fortelja sína søgu um kynsligan ágang og neyðtøku. Landsstýrið tekur trupulleikan í størsta álvara, sigur Aksel V. Johannesen, sum umsitur lógarmál í landsstýrinum.
Løgmaður arbeiðir við at broyta fleiri ásetingar í revsilógini um kynslig brotsverk. Broytingarnar hava í høvuðsheitum við sær, at:
- Reglurnar um neyðtøku verða víðkaðar til eisini at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða umframt samlegu við barn undir 12 ár.
- Persónur, sum er dømdur fyri seksuelt misbrúk av børnum, kann fáa álagt ikki at seta seg í samband við børn, sum viðkomandi ikki kennir, gjøgnum alnótina.
- Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri seksuelt misbrúk av børnum byrjar frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri blúnisbrot av børnum undir 15 ár.
- Kriminalisering av seksuellum sambandi við ættleidd børn verður síðustilla við seksuelt samband við biologisk børn.
- Misbrúk av sinnissjúku, menningartarni ella hjálparleysari støðu hjá órættaða og grovt misbrúk av arbeiðsligum ella fíggjarligum bundinskapi verður víðkað til eisini at fevna um seksuelt samband í hjúnarbandi.
Ætlanin er, at lógararbeiðið skal vera liðugt í vár. So skal endaliga úrslitið sendast til avvarðandi partar til hoyringar, og málið er so at leggja uppskotið fyri Løgtingið eftir ólavsøku.