Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskivinnunevndin 2016 – Breitt samansett nevnd

Í dag kunngjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal hvussu nevndin í skal viðgera fiskivinnunískipan er manna.

Nevndin er mannað soleiðis:
Johnny í Grótinum, formaður
Hans Ellefsen, næstformaður
Árni Dam
Egil Olsen
Kristina Samuelsen
Malan Johannesen
Herválvur Joensen
Eydna í Homrum

Í nevndini eru fleiri búskaparfrøðingar og løgfrøðingar og fólk við hollum royndum til fíggjarvinnu og fiskivinnuviðurskifti.

Vit skulu ikki viðgera alla nevndina her og teirra førleikar, men formaðurin í arbeiðsbólkinum hevur drúgvar royndir í føroyska fíggjarheiminum.

Herálvur Joensen hevur mastergrad í løgfrøði og er í dag stjóri í Føroya Reiðarafelag og hevur drúgvar royndir frá almennari umsiting og var hann eisini aðalstjóri í Fiskimálaráðnum og hevur hann arbeitt við havrætti og oljuvirksemið hjá Føroyum.

Arni M. Dan hevur siglt sum skipari í fleiri ár og verið reiðari og var hann við til at gera fiskidagaskipanina. Eisini var hann skrivari í Føroya Reiðarafelag og har var hann við til at seta ferð á tilgongdina til at Føroyar settu sær fyri at gagnnýta makreltilfeingið undir Føroyum, og var her talan um sera slóðbrótandi arbeiði.

Eigil Olsen er fiskaríøkonomur og hevur hann í mong ár arbeitt við fiskivinnuviðurskiftum tí er einki at ivast í at nevndin hevur fleiri persónar í nevndini ið hava góðan kunnleika til Føroyskt vinnulív og Fiskivinnu sum heild. Umframt holla vitan um vinnuviðurskifti so er eisini fleiri onnur fólk í nevndini í hava holla vitan um búskap, løgfrøði og samfelagsviðurskifti, tí er at vóna at nevndin kann gera eitt skilagott tilmælið til politiska myndugleikan.

 

Stórir fiskivinnureformar eru framdir – uttan minstu viðgerð í samfelagnum. Her er endurgivin grein frá 24.fo frá mars 2015

Hvat skal Føroyar liva av í komandi tíðum

Tað eru nógv atlit at taka í samband við eina nýggja fiskivinnuskipan skrivar sambands politikarin um fiskivinnunýskipan Eivind H. Jacobsen.Tað sum politikarin skrivar er sera rámandi og lýsir sera greitt tað viðgerð politiska skipanin hevur gjørt av fiskivinnuni. Hendan viðgerð er eyðkend, við at hon hevur einki við rakstur av fiskivinnuni at gera, men bert atlit, ið hava til endamáls at leggja fótonglar fyri vinnuna og fylla ein landskassa ið hevur strukturelt hall.

 “Tað eru nógv atlit at taka um eina nýggja fiskivinnuskipan: veiðiloyvi, gildistíðir, uppboðssøla, heildarkvotur, eginkvotur, fiskidagaskipan kontra kvotuskipan, útlendskur ognarskapur og kapitalur í føroyskum fiskiførum, øll veiða um føroyskan kaikant, fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.” Skrivar Eivind H. Jacobsen á Norðlýsinum 4 mars. 2015

Øll omanfyri viðurskiftir eru mestsum púra óviðkomandi, um tey ikki verða sett inn í ein størri samanhang. Tað er spurningurin hvussu skapa vit lønsemið hjá feløgum, ið eru í fiskivinnuni og hvussu skapa vit trygg viðurskiftir fyri vinnuna. Samstundis er sera viðkomandi at spyrja, hvat er tað fyri samfelag vit ynskja?  Ynskja vit eitt samfelag har nógv fólk eru arbeiðsleys? Og sera fáar stóra vinnueindir við góðum lønsemið? og eini 2000 færri starvsfólkum innan fiski- og flakavinnuna?

Mestsum alt í verður tosa um í fiskivinnureforminum, ger tað enn meira ótrygd og førir til at vit fáa eina enn størri konsentratión av rættindum á fáum hondum – tí vanligi fiskimaðurin tímir ikki at fáast við sovorðið putl sum uppboðssølur av rættindum í tíð og ótíð og ótryggleika um longdina av loyvinum t.d. 1 ár ella 5 ár. Hetta minnir mest um børn sum spæla.

Bara 2 línuskip og 2 trolarar (nýbygningar) til botnfiskaveiðu kosta lættliga 400 milliónir krónur. Tað verður nógv tosa um tey ið skulu koma inn í vinnuna, eingin tosar um allar teir vinnulívsmenn / sjómenn ið er koyrdir úr vinnuni orsaka av politiskum avgerðum og væntandi politiskum avgerðum.

Spurningurin í hevur veri nógv frammi er hvør eigur, men er meiri áhugavert at spyrja hvør stýrir feløgum í føroysku fiskivinnuni.

Fyri samfelagið er tað áhugavert hvør leiðir okkara vinnufyritøkur fyri at skapa vøkstur og fjølbroytni og harvið fáa hóskandi vinnugreinar í samfelagnum, sum kasta nokk av sær til samfelagsbúskapin, og tað er hetta vit eiga at viðgera í nógv størri mun.

Fiskivinnureformurin 2010

Óli M. Lassen, siviløkonomur. Samfelags- & Vinnubúskap á RUC. Koncernstýring, strategisk planleggjan á økonomistýring v.m. á cand.merc. studiunum á CBS. Hevur í mong ár arbeitt við fiskivinnuviðurskiftum, sum reiðari og skrivað frágreiðingar um fiskivinnu fyri fiskimálaráðið.

Fyrst er at siga, at tað er framdur ein risa fiskivinnureformur í Føroyum seinastu árini, stór havøkir eru friða, skerjingar í fiskidøgum, og útlutan av risa nýggjum rættindum, serliga til trolaraflotan. Samstundis er farin fram ein stór niðurgongd í húkaflotanum og nógv feløg í reka húkaveiðu hava mist síni skip. Djúpvatnstrolarar og partrolarar eru lagdir í ein bólk uttan minstu viðgerð. Nýggj  uppisjóvarrættindi eru útlutað til ávís feløg ið eiga eitt trol uttan uppisjóvarveiða hevur verið partur av teirra virksemið nakrantíð. Minstulønin er løgd á flotan, har stórur partur framanundan hevði háll.

Hvat skal Føroyar liva av ?

Øll lond hyggja eftir hvat fyri vinnugreinar landið hevur og hvussu kann man flyta seg til so góðar vinnugreinar sum møguligt og har man hevur nógvar royndir, og sum kunnu skapa neyðug virðir fyri samfelagið. Sjálvt felagið hjá akademikarunum rópar varskó um skeiva gongd á arbeiðsmarknaðinum við nógvum arbeiðsleysum akademikarum. Undirvísingarmálaráðið í DK roynir at fáa fólk at taka útbúgvingar, ið væntandi fara at geva samfelagnum besta ágóða, verkfrøðingar v.m. Eisini hava bæði Danmark & Noreg fingið eyguni upp fyri, at tað er neyðugt at uppraðfesta maritimu útbúgvingarnar, tí londini vita, at samfelagsliga geva størv í frálandavinnuni, shipping og fiskivinnuni risa inntøkur til londini bæði sum hýrur og avleidd virksemið.

Í Føroyum eru vit farin øvugtan veg og hava valt ikki at viðurkenna, at nógv fólk í flaka, fiski- og frálandavinnuni geva gott avkast til samfelagsbúskapin. Hvar hava vit sum land nakrar av okkara bestu førleikum, jú nevniliga innan sjóvinnu. Yvirmenn, fiskimenn og dekkarar v.m.

Kreppa í heimaflotanum

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni. Hagstova Føroya. Botnfiskaveiðan er á søguliga lágum støði og er veiðan eftir upsa, toski og hýsu lægri í dag enn kreppuárini fyrst í 1990´unum. Brot úr aðrari grein á 24.fo

Fokus fari av kós

Tí er fokus farið heilt av kós, tá vit í dag síggja, at stórir partar av trolaraflotanum og útróður- og línuflotanum hava tað trupult. Og harvið er sera stór niðurgongd í arbeiðsplássum innan hesar vinnugreinar. Hetta førir við sær at tann natúrliga tilgongdin til maritimu vinnurnar minkar og harvið minkar framtíðar inntøkurnar frá hesum týðandi vinnugreinum. Her skal sigast, at tað eru fólk, ið halda at nøkur fá skip megna at fáa risa avkast og bera landinum uppi. Hetta eri eg ikki samdur í, tí er í fleiri ár frameftir neyðugt at hava eina rímiliga stóra vinnugrein flaka- & fiskivinna, tí vit hava ikki alternativar vinnur enn, sum kunnu “avlasta” hesar týðandi vinnur fyri samfelagsbúskapin.

Tosa verður um veiðitrýst og yvirkapitalisering

Sum talvan vísur so er botnfiskaveiðan við húkið mestsmum steðga upp. Frá 30.000 døgum til einar 6.000 – 7.000 dagar árliga. Vit vita eisini at trolaraflotin er minkaður og at har hevur heldur ikki verið so nógv roynd seinastu árini. Lítið til av upsa og lítil roynd. Men eisini her eru tað fólk í landið okkara í tosa um veiðutrýst. Hetta er heilt óhugnaligt. Viðgerðin av okkara gomlu høvuðsvinnu er á so lágum støði, at tað minnir um moldboðara virksemið.

Tá tey eru liðug at tosa um veiðutrýst so verður tosa um yvirkapitalisering, uttan at hugt verður eftir, at stórir partar av skipunum eru umvald og orsaka av niðurskurðum í rættindum hjá heimaflotanum,  hevur verið neyðugt hjá fleiri feløgum at keypt rættindi og harvið økt um skuldina. Harvið er ikki talan um, at feløg ella skip kosta ov nógv, tí kostnaðurin av heimaflotanum er ein brotpartur av nýbigningum sum vit ongantíð hava megna at fingið til vega í hesum landi. Teir fáu ið eru komnir eru altíð farnir av knóranum. sjálvt um tað tá vóru fiskapakkar í hópatali ið gjørdi tað møguligt at royna at keypa nýbigningar.

Tey í siga at t.d. ein flakatrolari hevur yvirnormalt avkast,  so er at seta roknstykki upp. Kostnaður er einar 180 til 200 mió kr fyri skipið, søluvirðið eftir 15 ár og so seta raksturin upp og ítøkiliga vísa, hvar yvirnormali profitturin liggur.

Nýskipanarnevndin arbiða ítøkiligt

Tí má verðandi nýskipanarnevnd eisini kunna siga hvussu flotin skal síggja út, útróðarbátar, línuskip, partrolarar, djúpvatnstrolarar, flakatrolarar og uppisjóðarskip v.m. . Kostnaður, nøgd av skipum, stødd, fiskiskapur, rakstur og lønsemið til eigararnar. Nu er nokk uttanum tos.

Niðurstøðan

Førdi fiskivinnupolitikkurin minnur mestsum um raffineraðar “tekniskarforðingar” fyri stóran part av heimaflotanum, har øll politiska skipanin saman hava kýtt seg fyri at leggja fótonglar fyri okkara gomlu høvuðsvinnu. Og vóru tað ikki stórreiðarar í tóku um endan,  so lá allur heimaflotin í dag.

Løgtingið valdið í 2010 at utluta nýggj rættindi sum síðani blivið útluta til nøkur beinleiðis útvald feløg av Fiskimálaráðnum. Samstundis er førdur ein politikkur ið tey í Løgtinginum halda er superliberalisma, men her er ketan nokk lopin av hjá teimum.

Hartil gagan fólk í rámasta álvara og tosa um luft í skipanini. Eftir at feløg hava mist um 100 dagar hvørt felag pr skip. Hetta er ikki Luft men ítøkiligur missur av veiðumøguleikum.

Men tá feløg missa risa veiðurættindi uttan kompensatión, meðan fremmand lond ótárna kunnu fiska 5000 tons av botnfiskið undir Føroyum, samstundis sum politiski mynduleikin útlutar nýggj rættindi til nøkur fá feløg, so er veruliga talan um viðurskiftir í ikki kenna sín líka í nøkrum framkomnum vesturlendskum samfelag,  – tá man politiskt velur at drepa sunn feløg sum ikki megna rakstur eftir áhaldandi niðurskurð í rættindum og har fiskatilfeingið við Føroyar fulkomuliga hevur svikið í mong ár.

Tað var ikki vilji og evnir til at føra ein vanligan vinnupolitikk sum vit kenn frá okkara grannalondum og tað er løgið at eingin samfelags-, ella búskaparfrøðingur tekur hetta upp. Men SU generatiónin heldur ikki at feløg har nátturuviðurskiftir, økisfriðingar, tøka av veiðurættindum skal geva sunnum fyritøkum møguleika at yvirliva.

Óansæð hvønn politikk Løgtingið leggur fyri framtíðina, so er tað gleðiligt at vit hava havt stórar vinnuligar fyritøkur ið hava víst vilja til samfelagsmenning við at stovnseta nýggj framleiðsluvirkir á landi.

Framtíðin er óviss og bara nakrar fáa laksalús fleiri á alifiskinum og niðurgongd í uppisjóðarvinnuni saman við einum niðurpíndum heimaflota vildi ført til at í 1000 vís av føroyingum vildu flutt av landinum innan helt stutta tíð.

Tí er umráðandi at framleiðsluvinnugreinarnar allar sum ein fáa nøktandi karmar at virka undir, vit hava havt allar møguleikar at gera neyðugu tillagingarnar. Tí er at vóna at vit sum eiga feløg í reka fiskivinnu serliga eftir botnfiski fáa betri umstøður at yvirliva eftir at vit hava havt kreppu í eini 10 ár. Tað er at gleðast um tað framgongd í hómast í fiskiskapinum í hesum tíðum.

Óli M Lassen, reiðari