Tað sló meg, tá eg las illfýsna aftursvarið til mín frá Heðini Mortensen, hvussu ómetaliga vánaliga ráðgeving, hann eftir øllum at døma hevur fingið, tá hann tulkar lesarabrævið hjá mær um havnarútbyggingina sum eitt persónligt álop á seg. Stórur partur av lesarabrævinum snúði seg um tað beint øvugta, har eg júst rósti Heðini Mortensen fyri at hava verið ein góður borgarstjóri fyri Havnina. Hetta skrivar Kári Mikkelsen
havnarborgari
At ein amerikanskur forseti bert kann veljast aftur einaferð og í mesta lagi sleppur at sita í embætinum í átta ár, er ikki av tilvild. At hendan áseting somuleiðis er galdandi fyri hægri, politisk embæti í nógvum øðrum londum, er heldur ikki tilvildarligt.
Høvuðsorsøkin til slíkar reglur er, at eins og í sambandi við flest onnur leiðandi størv, bera politisk størv oftani í sær, at jú longri embætistíðarskeiðið varar, tess meira gongur valdið persóninum til høvdið, við teirri avleiðing , at dømievnini minka munandi ella hvørva heilt.
Hvørt hetta er galdandi fyri borgarstjóran í Havn, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men eitt faktum er, at Heðin Mortensen nú í skjótt 12 ár hevur sitið við valdinum í høvuðsstaðnum og hevur meira enn torført við at góðtaka, at nakar borgari setir spurnartekin við hansara politisku avgerðir ella embætisførslu.
Væntandi próvførslur
Herfyri dittaði eg mær at seta spurnartekin við havnarútbyggingina í Havn, og somuleiðis um borgarstjórin hevði hugsað um sítt langtíðareftirmæli, tá hann einaferð leggur frá sær sum politiskur oddamaður fyri høvuðsstaðin, um hann setir ætlanina í verk.
Ístaðin fyri at koma við sannførandi argumentum fyri, hví útbyggingin av Tórshavnar havn júst skal gerast í tí minst egnaða økinum, nevniliga í bládýpinum í Nólsoyarfirði framman fyri Skansanum og býnum annars, leggur hann í krovið á mær fyri at koma við einum persónligum álopi á seg.
Í fótbólti og ítrótti annars er tað tíverri alt ov væl kent, at tað er munandi lættari at leggja eftir manninum, enn at royna at vinna sær bóltin. Hendan freistingin var eftir øllum at døma ov stór fyri Heðin Mortensen í hesum føri.
Heðin Mortensen førir fram, at hann hevur áhuga í, at “700 familjur í Havn framhaldandi fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Tørvurin á arbeiðsplássum økist, men samstundis er menningin við at steðga upp, tí vit ikki eru sloppin at byggja út.”
Jamen, Heðin Mortensen, vit vita øll, at Tórshavnar havn hevur tørv á at verða útbygd. Og eg eri á ongan hátt ímóti eini útbygging av havnini, tvørturímóti. Men hvør sigur, at tær 700 familjurnar ikki framvegis fara at verða breyðføddar, hóast útbygda havnin liggur aðrastaðni í kommununi enn í tí minst egnaða økinum? Sjálvandi verða tær tað!
Vánalig ráðgeving
At borgarstjórin tulkar lesarabræv mítt sum eitt “langt, persónligt álop” á seg, sigur meira um hann, enn um meg. Niðurstøðu hansara skilji eg á ongan hátt, og tað skilja heldur ikki tey mongu, eg havi verið í sambandi við, ið hava lisið hansara sera persónliga aftursvar undir heitinum “Kári og havnin í Havn”.
Lesarabrævið hjá mær er á ongan hátt nakað persónligt álop á Heðin Mortensen. Tvørturímóti rósti eg honum til skýggja fyri at hava verið ein góður borgarstjóri fyri Havnina, hvørs avrik eru sjónlig allastaðni í kommununi.
Eg síggi tí illfýsna aftursvarið frá borgarstjóranum soleiðis, at hann má hava fingið ómetaliga vánaliga ráðgeving, og tí helst er umskiltur í at leypa so framav, sum hann gjørdi. Tí vónandi botnar ógvusliga álopið ikki í, at hann ikki hevur lisið tað, áðrenn tað varð sent fjølmiðlunum. Eg freistist til at hugsa, at aftursvarið hevði verið á munandi hægri støði, um hann hevði. Alternativt er hann eftir øllum at døma dottin í klassisku felluna fyri ein, ið hevur sitið so leingi við valdinum, at valdsfullkomuleikin hevur sett seg í høvdið.
Býráðið má sinna seg
Eins og mong onnur við mær eri eg ímóti ætlaðu havnarútbyggingini, og tað ætli eg mær sum havnarborgari og skattgjaldari í høvuðsstaðnum ikki at tiga við. Orsøkirnar eru m.a. hesar:
– hon fer at oyðileggja tað mest avmyndaða, málaða og teknaða útsýnið í landinum
– talan verður ikki um eina framtíðartryggjaða loysn
– ongar framskrivingar av framtíðar skipaferðslu eru gjørdar
– tunga ferðslan fram við Strond fer at oyðileggja virðismikla og elskaða rekreativa økið hjá havnarfólki
– aðrir framkomnir høvuðsstaðir flyta bingjuhavnir út um býirnar
– hon verður alt ov kostnaðarmikil í mun til, hvat nytta fæst burtur úr henni
Hóast mótstøðu mína í hesum máli, ynski eg bæði tær, Heðini Mortensen, og okkara kæra høvuðsstaði, alt tað besta í framtíðini. Eg vóni tó, at býráðið sinnar seg og av álvara fer undir at kanna møguleikan fyri at gera havnarútbyggingina aðrastaðni í kommununi.
Annars fari eg at heita á øll við áhuga fyri hesum máli um at lesa greinina hjá Niels Midjord í Dimmalætting fríggjadagin 22. januar 2016 undir heitinum “Havnarútbyggingin við Skansan – eitt sera stórt mistak”. Her vísir greinskrivarin á skaðiligu árinini, sum stuttskygdar avgerðir um tvær aðrar havnarútbyggingar her á landi hava havt, orsakað av kommunalpolitiskum tankaloysi. Vónandi ger býráðið í Havn ikki sama mistak.