Tað er ikki sørt skelkandi at hoyra, hvat ið kvinnur og gentur í Føroyum hava upplivað av kynsligum ágangi í okkara friðarliga landi. Tað krevur stórt dirvi at siga okkum sína søgu, og tøkk fái allar tær, ið hava torað at traðka fram og tey, ið hava sett sjóneykuna á henda trupulleikan.
Hesar søgur vísa millum annað, at vit hava ein stóran javnstøðutrupulleika, tí javnstøða snýr seg júst um, at øll menniskju hava sama virði, uttan mun til kyn. Hetta, at øll hava sama virði og at øll, uttan mun til kyn, skulu kunna ferðast trygt í tí almenna rúminum, er ein av grund súlunum í okkara samfelag. Tí eru vit sum samfelag ímóti øllum slag av harðskapi og ágangi á kvinnur.
Eitt nei er eitt nei
Tað er púra burturvið, at gentur ið hava verið fyri kynsligum ágangi skulu kenna á sær, at tær sjálvar hava skyldina, at skommin er teirra og at tær tí aloftast velja at tiga hetta burtur. Vit eiga heilt frá barnsbeini av at leggja niður í okkara børn, at tey skulu virða sín egna kropp eins væl og mørkini hjá hvørjum øðrum. Vit mugu læra okkara ungu, at tá ið ein teirra sigur nei, so er hetta álvara og merkir nei. Tað er ikki rætt, uttan mun til í hvørjum sambandi tað er, at seta spurnartekin við um ein persónur, ið sigur nei, nú veruliga meinar tað.
Samgongan raðfestir bardagan móti harðskapi og kynsligum ágangi høgt
Løgmaður er longu farin í holt við ásetingarnar í samgonguskjalinum um at dagføra revsilógina í málum um neyðtøku og um at gerast skal ein lóg um elting ( stalking ). Harafturat koma onnur átøk, sum samgongan fer at fremja.
Tilbúgving setast á stovn
Amnesty mælir til, at ein tilbúgving verður sett í verk, so kvinnur sum hava verið fyri neyðtøku, fáa bráðfeingis hjálp. Hesa tilbúgving fara landsstýriskvinnurnar í almanna- og heilsumálum at taka stig til at fáa setta í verk sum skjótast.
Reglur skulu gerast, so tað ber til hjá kvinnum ið hava verið fyri neyðtøku, at verða kannaðar uttan at teimum nýtist at melda fyrst. Sum fakfólk so greitt hava víst á, kann ein kvinna ið hevur verið fyri neyðtøku, vera so illa fyri sálarliga beint eftir hendingina, at tað er trupult hjá henni at taka støðu til, um hon skal melda ella ikki.
Tað er alneyðugt, at tær kanningar ið verða gjørdar eftir neyðtøku, verða gjørdar á ein slíkan hátt at prógvini kunnu brúkast í einum møguligum rættarmáli og tí mugu reglur gerast um hetta. Støða má eisini takast til, hvussu leingi tílík prógv skulu goymast.
Heildarætlanin um kynsligan ágang
Arbeiðið at seta í verk tey átta átøkini í heildarætlanini um kynsligan ágang byrjar í hesum árinum.
Sambært heildarætlanini skulu tey, sum hava seinárin orsakað av kynsligum ágangi barnaárini kunna fáa ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi. Kunningartilfar skal eisini gerast til teirra, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, umframt at annað fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt.
Hesi álvarsmál og hetta økið hava hægstu raðfesting hjá samgonguni.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.