Home Tíðindir Avreiðingarnar enn á lágum støði

Avreiðingarnar enn á lágum støði

by OML

Avreiðingarnar á lágum støði – virðið nakað frægari í 2015 enn 2014

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið  hevur verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Góð fiskiár vóru árini 2003-2007. I miðal var nøgdin tilsamans góð 130 túsund tons árini 2003-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd góð 70 túsund tons, sum er áleið á sama støði sum í 2014

Talva frá 24.fo – Toskur – Hýsa – Upsi frá 1993 til 2015 Tá var veiðan góð 38.000 tons.

Botnfiskaveiða1993-2015-A

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í veiðunøgdunum neyvt, sum sæst á myndini niðanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreiðingarvirðið er eisini fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið hesi ár verið 750 millliónir. Í fjør varð virðið góðar 800 milliónir, sum er ein fimting ella góðar 126 milliónir betri enn í 2014, soleiðis kann staðfestast, at fiskaprísirnir yvirhøvur royndist nakað frægari í 2015 ímun til 2014.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan (sí viðmerking aftast). Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska feskfiskaveiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur er ikki við í uppgerðini.

Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2014 og 2015.

Upsa-, toska- og hýsuveiðan í fjør samanborin við undanfarin ár
Eitt vet meiri av upsa varð avreitt í 2015 – góð 1.000 tons, sum er 5% meiri enn í 2014.

Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst betri. Men seinastu 5 árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 23 túsund tons í fjør. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa.

Av toski vórðu avreidd góð 1.500 tons fleiri í 2015 enn í 2014.

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 9 árini  – í miðal um 10 túsund tons. Tey smáu 12.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 – tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.

Hýsunøgdin í 2015 var góð 300 tons størri enn í 2014, og er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.500 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.

Dagførd hagtøl av avreiðingunum 2015 eru nú tøk íhagtalsgrunninum Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.

Hagstova Føroya » 26. januar 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.