Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin — helst av óvart — traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.
![Bui Tyril](https://usercontent.one/wp/www.fo24.net/wp-content/uploads/2015/12/Bui-Tyril.jpg?media=1656370268)
Búi Tyril er ráðgevi í virkissamskifti og ritstjóri á Faroe Business Report. Hann hevur drúgvar royndir við fiskivinnuspurningum út frá vinnuligum og samfelagsligum sjónarmiðum, serliga í tíðinda- og samskiftishøpi. Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen: MSc Corporate Communication & Public Affairs.
Búskaparfrøði ella ei, fyri ella ímóti uppboðssølu av veiðirættindum — tað er óheppið fyri eina nevnd sum skal fyrireika nýggja lóggávu um rættiliga kontroversiell viðurskifti, at leiðandi limir alment signalera læstar positiónir longu frá fyrsta degi. Hvat skal tað føra til, annað enn at lata upp fyri óneyðugari skeiklan av dygd í fundarvirksemi og øðrum nevndararbeiði, og harvið potentielt leiða til skeivar avgerðir?