Fíggjarnevnd Klaksvíkar býráðs mælir býráðnum til at leggja Klaksvíkar kommunu saman við Húsa kommunu, sum fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal á Kalsoynni. Hóskvøldið kemur samanleggingin fyri býráðið.
Klaksvíkar og Húsa kommuna hava seinastu tíðina verið í samráðingum viðvíkjandi kommunusamanlegging. Herfyri samtykti býráðið fyri Húsa kommunu einmælt at leggja saman við Klaksvíkar kommunu, og nú verður málið lagt fyri býráðið í Klaksvík.
– Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt seinastu árini, og samskiftið við Húsa kommunu um samanlegging er onki undantak, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann fegnast um útlitini fyri, at allar bygdirnar á Kalsoynni nú verða partur av Klaksvíkar kommunu.
– Samanleggingin við Húsa kommunu fer at styrkja samanhaldið í Norðoyggjum uppaftur meira og fer at økja um menningina fyri alla Kalsoynna. Borgararnir á Kalsoynni fáa nú ágóðan av øllum teimum møguleikunum, sum eru í Klaksvíkar kommunu, og harafturat eru bygdirnar á Kalsoynni sermerktar við jaligum og nýhugsandi dygdum, so eg ivist ikki í, at samanleggingin styrkir báðar partar, sigur Jógvan Skorheim.
Umframt sjálva samanleggingina, mælir fíggjarnevndin til, at sett verður á stovn tvær staðbundnar nevndir fyri ávíkavist Húsar og Syðradal, soleiðis at bygdirnar báðar hava staðbundnar nevndir á jøvnum føti við hinar bygdirnar í Klaksvíkar kommunu.
Samanleggingin kemur í gildi 1. januar 2017, og verður samanleggingin endaliga samtykt í býráðnum í morgin, fara arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu at virka á Kalsoynni longu í ár.
Málið verður lagt fyri Klaksvíkar býráð á almennum býráðsfundi hóskvøldið 28. januar.
Klaksvíkar kommuna fevnir frammanundan um Klaksvík, Svínoy, Árnafjørð, Norðoyri, Ánirnar, Mikladal og Trøllanes.
27-01-2016 Klaksvik