Home Tíðindir Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar

Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar

by OML

16.200 ferðandi flugu við Atlantic Airways í januar í ár, og tað er sjey prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Eisini hevur satt súlurok verið í kundatænastuni, nú seinasta freist at bíleggja súlu-ferðaseðlar er í dag

 Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.200 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í januar, og tað er sjey prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

 Vøksturin stavar frá øðrum farleiðum enn rutuni til Keypmannahavnar, ið hevði áleið sama ferðafólkatal í januar, sammett við januar í fjør.

Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gongur út í dag.

 Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent.

 Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins.

 Vinaliga

Atlantic Airways

Tilvildarlig savnsmynd

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.