Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Spennandi ferð til Hollands í kjalarvørrinum av Westerbeck

Mett verður, at ikki minni enn fýra-fimm túsund føroyingar eru eftirkomarar av manningini á hollendskaeysturindiafararanum “Westerbek”, ið sigldi á land og sakk sunnan fyri Lopranseiði 2. september 1742.

Tað var ein av tátíðar størstu reiðarafyritøkum í heiminum, V.O.C., ið átti Westerbeck.

Posta hevur gjørt av at geva út frímerki við Westerbeck, og í hesum sambandi verður skipað fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keypmannahavnar og víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rotterdam. Útgávan av nýggja frímerkinum hjá Postafer fram í einum skipsmuseum í Rotterdam.

Skipsvanlukkan við Lopranseiði hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, tí mett verður, at fleiri túsund føroyingar hava ættarbond til manningina á Westerbeck.

Tað er ein av eftirkomarunum av einum av manningini, Sámal Bláhamar, ið skipar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er, Mathias Lassen, ið hevur skrivað bókina um Westerbeck, sum kom út í 2008.

Fýra daga ferðin kostar einans 5.700 krónur, ið fevnir um flogferðaseðil, bussferð og hoteluppihald í Hollandi.

Enn eru pláss eftir, og til ber at tekna seg til ferðina skjótast gjørligt á telduposti blahamar@gmail.com ella við at ringja á tlf. 215667.