Jógvan Telling er ein av fremstu undangongumonnunum innan føroyskan rútmiskan tónleik, sum einstaklingur, lyklaleikari í Harkaliðnum ella í einari av nógvu verkætlum sínum, hevur Jógvan sett djúp spor eftir sær í føroyskari tónleikasøgu. Nú verður hansara ríka lívsverk hátíðarhildið.
27. februar kl. 19:30 er Norðurlandahúsið karmur um heiðurskonsert fyri ein av teimum virknastu føroysku tónleikarunum bæði í 70’unum og 80’unum. Mitt á lívsleiðini vóru evnini at fáast við ljóðføri tikin frá honum, men eftir hann liggur meira enn tey flestu tónaskøld megna í heilari lívsleið.
Jógvan hevur megnað í sínum lagasmíði at gera løg, sum eru einkul, men hava fangað áhoyraran og fest seg í minnið á lurtarum í fleiri áratíggju.
Á konsertini verða løg hjá Telling tulkaði av føyskum tónleikarum og sangarum.
Tónleikurin hjá Jógvan Telling hevur verið fjølbroyttur og fevnur m.a. um nýtulkingar, skemt, kærleika, barna- og ungdómssangir, kórsang og meiri provokerandi sangir eitt nú í Harkaliðnum, ið ríkaði føroyskan tónleik við sínum beinraknu tónleikaligu satiru.