Høgni Hansen stjóri á Fiskamarknaður Føroya sigur, at teir flestu útróðrarbátarnir høvdu ein góðan dag í dag og prísurin var góður.
BRANDUR hevði um 13.000 pund í dag og KALLANES góð 11.000, NORÐSØKIÐ góð 10.000 pund, LÍÐHAMAR um 9.000 pund og GUSTI hevði sløk 5.000 pund. Prísurin var um 20 kr kg.
FMF.FO | ||||||
KALLANES - ( KG 589 ) |
NFCS-KLAKSVíKAR |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
5.685 |
||
BJØRGVIN - ( KG 503 ) |
NFCS-KLAKSVíKAR |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
1.025 |
||
BRANDUR - ( KG 557 ) |
NFCS-HVANNASUNDS |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
6.370 |
||
LÍÐHAMAR - ( KG 602 ) |
NFCS-KLAKSVíKAR |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
4.410 |
||
GUSTI - ( FD 60 ) |
LEIRVÍKAR |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
2.410 |
||
NORÐSØKI - ( KG 538 ) |
NFCS-KLAKSVíKAR |
04-02-2016 |
04-02-2016 |
5.161 |
||
Meting um tilfeingi viku 5
Línuskip: Tað eru fleiri línuskip til fiskarí, men vit vantað ongan inn fyrr enn miðskeiðis ella síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og hýsu, men onkur hevur tó fingið nakað av longu og brosmu. Nøkur línuskip liggja inni, men vit vantað at tey fara út í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt onkran dag, so tí vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, uttan ein sum fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð. Vit vantað at fleiri fara út í næstum.
Partrolarar: Vit vantað at tvey pør landað mánadagin og so nøkur pør seinni í vikuni. Fiskaríið er framvegis smáligt. Hava fingið nakað av svartkalva og kongafisk í seinastuni.
Trolbátar: Tríggjir trolbátar eru til fiskarí. Allir fiska havtasku fyri tíðina. Helst landa teir fyrst í vikuni.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva og koma helst at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.