Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Unn Dam 30 ára starvsdag

Í morgun var hátíðarhald á Ellisheiminum í Havn fyri Unn Dam, sum í dag hevur 30 ára starvsdag. Unn er ein av teimum trúføstu – tá hon fyrst hevði fingið fótin inn um á Ellisheiminum, so fekst hon ikki útaftur – tíbetur fyri bæði búfólk og starvsfólk.

Hon var ikki meira enn 17 ára gomul, tá hon byrjaði at starvast á Ellisheiminum. Unn er fyrikomandi og rúmar øllum teimum eginleikunum, sum ein leiðari kann ynskja sær av sínum starvsfólki. Hon er nærløgd – eingin nýtist at koma aftur um aftur, har hon hevur verið, tí alt arbeiði verður gjørt til lítar.

Borgarstjórin var og heilsaði uppá. Hann nevndi m.a. ta umsorgan, Unn er kend fyri at vísa, fyrst og fremst fyri húsfólkunum, men eisini fyri starvsfólkunum.

Hon hevur í hesum sambandi í fleiri ár havt ábyrgd av gávukassanum, sum umfatar at minnast til merkisdagar og líknandi hjá starvsfólkunum. Og hetta ger hon eisini til lítar! Unn er altíð til dystin fús, og dámar væl at fjálga um húsfólkið.

Borgarstjórin nevndi, at eisini hevur Unn óbiðin tikið stig til tiltøk, sum kortspøl og annað um kvøldarnar, alt fyri at stytta um stundir hjá teimum gomlu. Og hetta ger hon enntá í síni frítíð.

Unn eigur saman við manninum Páll 3 synir, sum hon gongur nógv uppí og gleðist um. Bæði í samband við skúla og ikki minst ítrótt..

– Hóast Unn við sínum góðu evnum javnan hevur verið eggjað til at nema sær hægri útbúgving, so hevur hon tó valt at nýta alla sína tíð og orku til at stuðla synum sínum. Summi fólk eru fødd við so góðum evnum og fella so væl inn í dagliga arbeiðið, at teimum ikki tørvar bókliga útbúgving, segði borgarstjórin m.a., tá hann handaði Unn blómur og gávur frá Tórshavnar kommunu.