Home Fólk & Samfelag Elsebeth ynskir hægri minstaforvinning til útróðrarmannin

Elsebeth ynskir hægri minstaforvinning til útróðrarmannin

by OML

Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, spyri Fiskimmálaráðharran um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at hækka mánaðar­liga minstaforvinningin hjá útróðrar­monnum.

Kallanes-2014

Spyrjari:Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir

Svarari:Høgni HoydalSpurningur:

 

Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1.  Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at hækka mánaðar­liga minstaforvinningin hjá útróðrar­monnum ella at hækka markið fyri mótrokning av inntøku á landi?
  2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at frítíðarløn eisini verður veitt av minstafor­vinningi­num hjá útróðrarmonnunum?

Viðmerking

Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn verður veittur eftir kunngerð nr. 66 frá 26. mai 2015 við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdar­grunn fiskivinnunnar. Eftir hesi kunngerð er mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrar­menn í løtuni 18.000 krónur. Í kunngerðini er ásett, at frítíðarløn ikki verður veitt av minsta­for­vinning­­i­num. Eisini er ásett, at aðrar inntøkur verða mótroknaðar minstaforvinninginum.

Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein mánaðarligan fiskipart upp á 12.000 krónur, og um hann forvinnur aðrar 6.000 krónur fyri arbeiði á landi, so verður mánaðar  inntøkan hjá útróðrarmanninum ikki 24.000 krónur, tí hesar 6.000 krónurnar verða mótroknaðar minsta­­­forvinninginum soleiðis, at inntøkan hjá útrórðarmanninum bert verður 18.000 krónur. Hetta eggjar ikki monnum til at arbeiða.

Líðhamar275Sagt verður, at útróðurin í Føroyum er ein doyggjandi vinna, og at útróðrarmenninir fækkast í stórum. Tað er væl skiljandi, at so er, tá ið tað almenna Føroyar metir, at minstamarkið, útróðrar­maður kann vinna, eru 18.000 krónur, áðrenn skatt. Hevur hann fiskað fyri minni og tjenar nakrar krónur á landi, so verður hesin peningur mótroknaður minstaforvinninginum. Almenna fátækramarkið í Føroyum er fyri støk 9.796 krónur, fyri pør við ongum børnum 14.770 krónur, fyri støk við einum barni 12.800 krónur, støk við tveimum børnum 15.754 krónur, fyri pør við tveimum børnum 20.677 krónur og fyri pør við fýra børnum 26.585 krónur. Hesar upphæddir eru allar netto upphæddir, tað vil siga, at skaturin er goldin. So minsti­for­vinningurin sum, útróðrarmaðurin skal hava, man liggja tætt við ella um fátækra­markið. So spurningurin er, um ein minstiforvinningur upp á 18.000 krónur eggjar monnum at rógva út.

Spurt verður, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at hækka minstaforvinningin hjá útróðrarmonnum. Um ikki, verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at hækka markið fyri mótrokning í minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum til dømis upp í 22.000 krónur soleiðis, at møgulig onnur inntøka ikki øll verður mótroknað. Hetta hevði eggjað útróðrarmonnum at arbeitt annað arbeiði á landi, tá ið uppiløgur eru.

Onkur hevur undrast yvir, hví frítíðarløn ikki verður veitt av minstaforvinninginum. Tí verður eisini spurt, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at broyta  kunngerðina soleiðis, at útróðrarmenn eisini fáa frítíðarløn av minsta­for­vinningi­num.

Tað hevur stóran áhuga millum útróðrarmenn at fáa upplýsingar um hesi viðurskifti, og skulu vit framhaldandi hava vinnuligan útróður í Føroyum, er neyðugt at tryggja útróðrar­monnum rímiliga inntøku. Tí verða hesir spurningar settir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur
Savnsmyndir 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.