Home Fólk & Samfelag Meðan vit bíða

Meðan vit bíða

by OML

Nógv bendir á, at samgongan veit ikki síni livandi ráð í samband við nýskipan av fiskivinnuni . Nú er samgongan ikki so skrásikkur og hástór og ikki heilt so klók longur.   Vit hava næstan onki hoyrt ella sæð  til løgmann síðan valið. Kanska Kvf fer at gera eina “horvnir føroyingar” sending  um hann.

Vinstra samgongan hevur sett eina serfrøðinganevnd at arbeiða við at seta uppboðssølu á stovn. Stóra nevndin hevur bara eitt ella tvey umboð, sum koma frá fiskivinnuni.

At bert eitt ella tvey umboð fyri fiskivinnuna er við í serfrøðinganevndini, skal møguliga síggjast  í ljósinum av tí,  sum tingformaðurin Páll á Reynatúgvu segði, at vinnan ikki mátti  blíva ov  stór og sterk.  Vinnan skal í mestan mun haldast uttanfyri og skal hava sum minst ávirkan. Vit kunnu bara  ímynda okkum, hvar Mærsk hevði verið í dag, um myndugleikarnir høvdu lagt forðingar í vegin í byrjanini hjá Mærsk.  Um teir t.d. blivu steðgaðir av einum øvundsjúkum reyðum blokki, tá teir áttu 5 skip ?

Kortini hjá serfrøðingunum skulu haldast so tætt at kroppinum, at ongin skal fáa at vita hvat teir arbeiða við. Onki samskifti við almenningin, nevndin vil hava arbeiðsfrið.

Hetta er sama samgonga sum áðrenn løgtingsvalið tosaði um opinleika, gjøgnuskygni, innlit og rúmligheit. Vit minnast øll til cip-málið. Núverandi samgonga førdi fram og koyrdi hart á saman við Kvf, at alt skuldi fram og kravdu opinleika. Hesin arbeiðshátturin  kundi týtt uppá eitt nýtt cip-mál, men nú eru ongar kritiskar røddir at hoyra. Hvar er rættartrygdin, opinleikin og innliti, sum tey áðrenn valið løgdu so stóran dent á – ella lótu sum um.

Hendan samgongan vann  valið m.a. uppá uppboðssøluna við at billa fólki inn, at alt fór at blíva meira rættvíst. Eg standi undrandi – hvørja vitan og hvørjar royndir aðrastaðni frá verður uppskotið um uppisølu bygt á? Ein kann eisini undrast á, hví tað eru lutfalsliga so fá fólk frá fiskivinnuni í bólkinum.

Nú  hevur samgongan skjótt sitið í eitt hálvt ár, og vit bíða framvegis.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.