Livandi legenda í stórformi kemur á Summar Festivalin í Klaksvík at spæla
Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley.
Síðani seinast í 1950’unum hevur Cliff Richard verið virkin í tónleiki. Hann hevur øll árini givið nýggjar útgávur út, samanlagt fleiri enn hundrað útgávur, og hann stórtrívist framvegis á pallinum, har hann mest av øllum minnir um eina ævigt unga poppstjørnu.
Eftir The Beatles og Elvis Presley er Cliff Richard mest seljandi tónleikarin í Onglandi, har hann í hálva øld hevur havt yvir 130 sangir á hitlistunum. Cliff Richard og Elvis Presley hava sum teir einastu megnað at havt sang ovast á almenna enska hitlistanum í fyrstu seks áratíggjunum av listanum – frá 50’unum til 00’ini. Samanlagt hevur Cliff Richard selt omanfyri 250 milliónir plátur kring heimin.
Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi, Move It, sum John Lennon hevur kallað fyrsta enska rocksangin, hevur Cliff Richard havt óteljandi hitt, og her á okkara leiðum kenna vit nógvar av sangum hansara – til dømis Summer Holiday, Lucky Lips, Livin Doll, Congratulations, We Don’t Talk Anymore, Daddy’s Home, Some People og fleiri aðrar.
Og nú er tað umsíðir veruleiki. Ein av størstu poppstjørnunum í tónleikasøguni kemur til Føroya at hava konsert. Cliff Richard spælir á Summar Festivalinum 2016.
(Mynd: Michelle Kloboucnik)
Kelda: sf.fo