100.000 einvegis ferðaseðlar undir 1.000 krónur verða til taks á rutunetinum hjá Atlantic Airways alt árið. Bíligasti ferðaseðilin eitur nú 699, og hann kann setast saman við dýrari ferðaseðlum.
Gran Canaria er nýtt ferðamál, og matur og sterkari drykkir verða framhaldandi ókeypis á longri flogferðum.
Á styttri flogferðum fáast matur og alkohol bíliga til keyps umborð. Leskidrykkir, vatn, kaffi og te verða framhaldandi ókeypis á øllum ferðum Atlantic Airways tekur enn eitt stig á nýggju kósini, sum felagið setti út í kortið í 2014, tá nýggja ferðaseðlaskipanin og nýggjar rutur vórðu settar í verk.
Bíligastu ferðaseðlarnir verða bíligari, og 100.000 einvegis ferðaseðlar, sum kosta undir 1.000 krónur, verða nú til taks á rutunetinum alt árið. Prísurin á einvegis 779-ferðaseðlinum lækkar niður í 699 krónur. 45.000 av hesum ferðaseðlum fáast til keyps á Danmarkar-rutunum árliga, og tað svarar til 25 setur á flest øllum fráferðum.
Bíligastu ferðaseðlarnir hava higartil bert verið til sølu á Danmarkar-rutunum, men nú verður hetta tilboðið víðkað til eisini at fevna um NORÐ-ruturnar – t.e. Reykjavík, Bergen og Edinburgh. 10.000 699-ferðaseðlar verða til sølu á NORÐ um árið. 45.000 av bíligastu TÍÐLIGA-ferðaseðlunum, t.e. aðrir einvegis ferðaseðlar undir 1.000 krónur, verða eisini at finna í ferðaseðlaskipanini alt árið, og samstundis fer lægsti prísurin fyri ein einvegis TÍÐLIGA úr 929 krónum niður í 899 krónur.
Lægsti prísurin fyri ein einvegis ALTÍÐ lækkar úr 1.829 krónum niður í 1.699 krónur. Ferðaseðlaprísirnir lækka sostatt tilsamans góðar 17 milliónir krónur við tí endamáli, at fleiri fólk fáa høvið at flúgva bíligari. Broytingar verða harumframt gjørdar í tænastunum umborð. Matur og sterkari drykkir verða framvegis ókeypis á longri flogferðum sum t.d. til Barcelona og Mallorca. Á styttri flogferðum – sum eitt nú á Danmarkar-rutunum og á NORÐ – fáast matur og sterkar drykkjuvørur bíliga til keyps umborð. Leskidrykkir, vatn, kaffi og te verða framhaldandi ókeypis á øllum flogferðum. Nýggja ferðaseðlaskipanin og broytingarnar í tænastunum umborð koma í gildi 1. september 2016, men longu 1. mars 2016 verður møguligt at bíleggja nýggju ferðaseðlarnar á netinum.
Harumframt verður Gran Canaria nýtt ferðamál síðst í desember og í januar, og soleiðis verður møguligt at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sól og summar komandi vetur. Halda kósina Kostnaðurin á fría matinum verður sostatt ístaðin latin kundunum í uppaftur fleiri bíligum flogferðum. – Umborð verður broytingin ikki tann heilt stóra, tí tann einstaki kann velja at keypa sín egna mat og sterkari drykkir fyri eina lagaliga upphædd.
Einasti munurin er sostatt eitt lítið gjald fyri tænastuna, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Hon vísir á, at í seinastuni hevur verið kjakast um møguligar broytingar í matinum og sterkum drykkjuvørum. Stjórin í Atlantic Airways leggur dent á, at hesar tænastur hvørva ikki úr flogførunum, men at broytingarnar eru ein háttur hjá flogfelagnum at víðka útboðið av bíligum flogferðum.
– Okkara fremsta uppgáva er at flúgva ferðafólkini so trygt og bíliga á rutunetinum sum gjørligt, og so mugu matur og sterkari drykkjuvørur koma í aðru røð, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Flogfelagið heldur kósina, sum varð sett við bíligum ferðaseðlum í 2014, tí hon bæði er til frama fyri føroyingar, sum fáa høvið at ferðast meira, eins og hon eisini gagnar Føroyum sum ferðamannalandi, tí bíligu ferðaseðlarnir draga útlendsk ferðafólk hendavegin.
Í 2015 flugu 267.000 ferðafólk við Atlantic Airways, og tað er metár hjá flogfelagnum. Vøksturin var umleið 30.000 fleiri ferðandi, sammett við 2014, tá ið ferðafólkatalið tilsamans var 237.000. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent.
Vinaliga Atlantic Airways