Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Rútmuvika í Frítíðarskúlanum á Argjahamri

Frítíðarskúlin á Argjahamri skipaði herfyri fyri ein evnisviku um rútmur. Børnini arbeiddu í ymiskum verkstøðum og vóru bólkað í seks. Fyrsta dagin vóru tey á Reinsarínum, har tey lýddu á rútmur og leik. Týs-, miku- og hósdag arbeiddu børnini í verkstøðum, og fríggjadagin samlaðust øll í fimleikahøllini, har alt innihaldið varð greipað saman.

Fyrst lærdu øll børnini at seta saman rørslur til tónleik. Síðani vórðu børnini býtt upp í bólkar og vórðu beind út í verkstøð. Børnini arbeiddu tvørtur um flokkarnar, tað vil siga, at barnabólkarnir vórðu blandaðir við børnum úr øllum flokkum.

Børn úr 3. flokki vóru liðskiparar, og hesir vóru knýttir at hvørjum liði. Tey fylgdu bólkunum á rætta verkstaðin, og haraftrat skuldu tey vera fyrimyndir.

Jens Marni Hansen var eisini á vitjan og stóð fyri verkstaðnum rútmur v/ljóðføri. Jens Marni er einamest kendur sum sangari og sangskrivari.

Sum myndirnar vísa, var vikan bæði stuttlig og mennandi. Til ber eisini at síggja ein film frá vikuni HER.

Kelda & myndir torshavn.fo