Tað kom sum ein bumba, tá Almannaverkið fyri knøppum ári síðani kundi staðfesta, at ein stórur partur av bústaðartilboðunum til fólk við serligum tørvi vóru óhóskandi til endamálið.
Serliga er støðan álvarsom í Suðurstreymi. Fleiri bústaðir eru umbygd sethús, ótíðarhóskandi, og stava frá einari farnari tíð. Vantandi viðlíkahald og manglandi neyðugar dagføringar av hesum bústøðum hava havt við sær, at 22 av 45 bústøðum í Havn ikki kunnu metast at vera hóskandi til endamálið í dag.
Stóri syndarin er politiska skipanin, tí tað tykist vera ómetaliga trupult at fáa Løgtingið at játta nóg mikið av peningi til viðlíkahald av almennum bygningum. Ikki bara bygningum. Sama søga ger seg galdandi, tá ið tað viðvíkur landsvegum og tunlum. Vit politikarar vilja helst klippa snórar og seta spakar í, meðan myndir verða tiknar. Tað selur. Fjølmiðlar varpa ikki á sama hátt ljós á viðlíkahaldskontuna hjá Landsverki. Í øllum førum ikki fyrr enn ov seint er.
Vánaligu bústaðarviðurskiftini eru ein álvarslig støða og ein støða, sum vit í samgonguni taka í álvara. Tað kann snøgt sagt ikki góðtakast, at vit sum eitt ríkt vælferðarsamfelag ikki kunnu veita teimum, ið eitt nú stríðast við sálarsjúku ella hava menningartarn, virðiligar og góðar bústaðir.
Beinanvegin eg tók við sum landsstýriskvinna í almannamálum reisti eg tí málið um vánaligu bústaðarviðurskiftini í landsstýrinum og í samgonguni. Úrslitið av hesum er, at út við 60 mió. krónur eru settar av tey komandi trý árini at fáa til vega góðar og virðiligar bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Í ár eru 19 mió. krónur tøkar til endamálið, í 2017 eru 23 mió. og í 2018 eru 15 mió. krónur avsettar. Stendur tað til mín, so verður hildið áfram í 2019 og til komið er á mál.
70 nútímans bústaðir
Hendan átrokandi íløgan í nýggjar bústaður í Suðurstreymi fer at bøta munandi um støðuna. Aftrat hesum hevur BÚSTAÐIR avgjørt, at fimta hvør íbúð, sum teir lata gera, er ætlað fólkum við serligum tørvi. Somuleiðis hevur BÚSTAÐIR avgjørt at byggja 12 íbúðir til fólk við menningartarni og 12 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Tórshavn. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Almannaverkið.
Tilsamans fer hetta at veita eini 70 borgarum nútímans og tíðarhóskandi bústaðir tey komandi árini.
Tað hevur alla tíð ligið í kortunum, at ein partur av játtanini skal brúkast til at nútímansgera reyðu bygningarnar á Eirargarði. Herfyri kom fram, at soppur er staðfestur á Eirargarði og tí er neyðugt við umfatandi kanning av bústøðunum, áðrenn farið verður víðari við hesum ætlanum.
Í heila tikið hevur tað stóran týdning ikki at fara fram eftir fummum í hesum máli. Peningurin er settur av og í løtuni verður síðsta hond løgd á eina greiða ætlan fyri hvussu bústaðarviðurskiftini kunnu bøtast fyri so mong sum gjørligt. Talan er sum sagt ikki bert um at byggja nýtt, men um at umvæla og dagføra verandi bústaðir, har fólk hava sítt heim í dag. Tí má arbeiðið leggjast til væl til rættis við atliti til borgararnar.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum