Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Álit viðv. klagu um, at Vinnumálaráðið partvíst sýtti fyri innliti í frágreiðing frá grannskoðara

Tinganes

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Vinnumálaráðið bert gav Kringvarpinum partvíst innlit í eina frágreiðing um fíggjarviðurskifti í A. Umboðsmaðurin var samdur við Vinnumálaráðnum í, at upplýsingarnar kundu undantakast frá almennum innliti við heimild í § 13, stk. 1, nr. 6 í innlitslógini.

Hóast Vinnumálaráðið hevði mett, at allar upplýsingarnar kundu undantakast frá innliti, gav Vinnumálaráðið innlit í nakrar upplýsingar í frágreiðingini, tí hesar vóru almannakunngjørdar frammanundan. Umboðsmaðurin gav Vinnumálaráðnum eina átalu fyri ikki at kunna skjalprógva, at upplýsingarnar vóru almannakunngjørdar, áðrenn Kringvarpið fekk innlit í hesar. (LUM 15/00110)
Álitið kann lesast herTilvildarlig savnsmynd 24.fo