Home Tíðindir Samanleggingarsáttmálin verður undirskrivaður á Húsum í morgin

Samanleggingarsáttmálin verður undirskrivaður á Húsum í morgin

by OML

Mikudagin 24. februar – á leypársmessu – fara Húsa og Klaksvíkar kommunur at skriva undir sáttmála um samanlegging av kommununum báðum.

Skúlin á Húsum verður karmur um søguligu hátíðarløtuna, sum byrjar kl. 12:00 mikudagin 24. februar 2016, har borgarstjórarnir báðir, Magni P. Garðalíð og Jógvan Skorheim, fara at skriva undir sáttmálan um samanlegging av Húsa og Klaksvíkar kommunum, galdandi frá 1. januar 2017.

Samanleggingarsáttmálin skal góðkennast av landsstýriskvinnuni í kommunumálum, og Sirið Stenberg verður tí eisini til staðar í skúlanum á Húsum, har borgarstjórarnir fara at handa landsstýriskvinnuni undirskrivaða sáttmálan.

Tilgongdin til samanleggingina hevur verið drúgv. Í mars mánaða 2005 varð spurningurin um eina møguliga samanlegging reistur á fundi partanna millum, men tá var ikki undirtøka fyri at fara undir eina beinleiðis samanlegging; heldur var ynski um eitt samstarv kommunanna millum. Men síðani tá hevur málið um samanlegging verið uppi og vent fleiri ferðir.

Klaksvíkar býráð var á fundi í februar 2009 positivt sinnað fyri eini samanlegging og tók undir við, at ein samráðingarbólkur varð valdur, eftir at ein støðulýsing varð gjørd. Málið dróg tó nakað út.

Í mai mánaða í 2012 vendi Húsa kommuna sær aftur til Klaksvíkar kommunu fyri at umrøða málið enn eina ferð, og viðgjørdi Klaksvíkar býráð hetta á fundi í oktober tað árið. Niðurstøðan var tá, at arbeiðast skuldi víðari við tilgongdini um samanlegging við gjøgnumskygni og at miða ímóti einari formligari samanlegging frá 1. januar 2017, men at samstarvið kommunanna millum skuldi byrja undirskrivingardagin.

Nú hava so kommunurnar báðar formliga tikið undir við eini samanlegging við gildi frá 1. januar 2017 at rokna, men at samstarv skal byrja samstundis við undirskrivingina av samanleggingarsáttmálanum. Tað er hesin sáttmáli, ið verður undirskrivaður á Húsum í morgin, mikudagin 24. februar 2016.

Áðrenn sáttmálin um samanlegging av Húsa og Klaksvíkar kommunum kann fáa gildi, krevur hann at verða góðkendur av landsstýriskvinnuni í kommunumálum, sum harvið staðfestir, at Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna frá og við 1. januar 2017 verða ein og sama kommuna.

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.