Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um starvssetanir í Musikkskúlanum í Suðuroy. Klagað var um, at lærari og leiðari fyri Musikkskúlan vóru settir, uttan at størvini vóru lýst leys.
Klagað varð eisini um setanartilgongdina, tá leiðarastarvið seinni varð lýst leyst. Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at leiðarin av Musikkskúlaskipanini mitt í skúlaárinum hevði sett lærara í starv 10 tímar um vikuna fyri eitt styttri tíðarskeið uttan at lýsa starvið leyst beinanvegin.
Umboðsmaðurin staðfesti, at bý- og bygdarráðini í Suðuroy onga lógarheimild høvdu til at lata heimildina at seta leiðaran til nevndina fyri musikkskúlan, og bað tí bý- og bygdarráðini um at taka setanarmálið av leiðara upp til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin heitti samstundis á landsstýriskvinnuna í kommunumálum um at hava eftirlit við, at avgerðin um setan av leiðara verður tikin á røttum stað. Harumframt mælti umboðsmaðurin Mentamálaráðnum til at dagføra regluverkið fyri musikkskúlar. (LUM 15/00094)