Home Ung & Ítróttur G! Festivalurin gav 255 túsund krónur í yvirskoti

G! Festivalurin gav 255 túsund krónur í yvirskoti

by OML

Endaligi roknskapurin fyri G! Festival 2015 er lagdur fram og góðkendur.

Í tíðindaskrivi í dag boðar G! Grunnurin frá, at G! Festival 2015 gav 255 túsund krónur í yvirskoti. Á aðalfundinum var nevndin afturvald. í henni sita, Bogi Andreasen formaður, Oluffa Joensen, næstformaður, Sigvør Laksá, Kristfríð Tyril, Theodor Kapnas og Hans Jákup Mikkelsen. Nevndin hevur sett Sigvør Laksá sum stjóra.

Fyriskipararnir greiða frá, at tað er við góðum treysti, at gongd er í arbeiðinum at fyrireika G! festival 2016, sum verður dagarnar 14. til 16. juli. Skráin er við at taka skap og nýggj heimsiða verður løgd út fríggjadagin 26. februar.
Á aðalfundinum var nevndin afturvald. Í henni sita, Bogi Andreasen, formaður, Oluffa Joensen, næstformaður, Sigvør Laksá, Kristfríð Tyril, Theodor Kapnas og Hans Jákup Mikkelsen. Nevndin hevur sett Sigvør Laksá sum stjóra og Kristfríð Tyril er samskipari.
Alt yvirskotið hjá G! fer framvegis óskert víðari til felagið Tónleikamiðstøðin, ið arbeiðir við at gera eina miðstøð fyri tónleik í Eysturkommunu.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.