Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, á vitjan í Brússel 25 – 26 februar 2016

Í dag og í morgin 25. og 26. februar fer Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, á vitjan í Brússel.

Á vitjanini í dag fer Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, at nýta høvi at greiða frá støðu Føroya sum fiskivinnutjóð. Eisini fer fiskimálaráðharrin at kunna um arbeiðsbólkin, sum er settur at gera tilmæli um fiskivinnunýskipan, eins og at hann fer at kunna um føroysk sjónarmið í mun til strandarlandasamráðingarnar um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel. Hetta verður gjørt á almennum tiltaki, sum Sendistova Føroya til ES skipar fyri.

Fríggjadagin 26. februar er fundur á skrá millum Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og Karmenu Vella evropanevndarlim  í fiskivinnumálum (fiskivinnukommisser). Teir báðir fara at umrøða mál, ið hava felags áhuga.

Leinkja og meira kunning um tiltakið og framløguna hjá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, er her.

Kelda: fisk.fo