Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

BankNordik-samtakið nýggjur høvuðsstuðul hjá HSF

Hondbóltssamband Føroya og BankNordik-samtakið hava í gjár skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu, har samtakið verður nýggjur høvuðsstuðul hjá HSF. Samtakið verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskur hondbóltur hevur havt seinastu tíðina og verður ein sjónligur partur av okkara landsliðum, sum hava stórar og spennandi avbjóðingar fyri framman. A-landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu spæla ávikavist EM- og HM-undankapping í heyst, og ungdómslandsliðini hava altjóða uppgávur í vár og summar.

 

Partarnir hittust í gjár í høvuðssætinum hjá BankNordik-samtakinum á Oknarvegi, har avtalan var undirskrivað.

Kristian Johansen, starvsnevndarformaður í HSF, fegnast um, at føroyskur hondbóltur við hesum fær ein stinnan viðspælara, sum er sjónligur í øllum ríkinum. Virðir bankans –dugnasemi, eldhugi og framsøkni, eru virðir vit somuleiðis ynskja at umboða í okkara virksemi, soleiðis at okkara hondbóltsspælarar kunnu fullnýta síni evnir og møguleikar til fulnar.

Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik, er fegin um nýggja samstarvið. “Føroyskur hondbóltur hevur rokkið góðum úrslitum í seinastuni, og við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av ítróttargreinini, ið telist millum tær størstu í Føroyum. Sum høvuðsstuðul kunnu vit virka fyri at veita føroyskum hondbólti enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar fyri áskoðarar og íðkarar,” sigur Turið F. Arge.

Kelda & mynd: hsf.fo