Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hitt Karmenu Vella, evropanevndarlim í fiskivinnumálum

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í dag verið á fundi við Karmenu Vella, evropanevndarlim í fiskivinnumálum.

Á fundinum umrøddu teir báðir viðurskifti millum Føroyar og ES. Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, greiddi evropanevndarliminum í fiskivinnumálum frá støðu Føroya í mun til strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel, eins og týðandi viðurskifti hjá føroysku fiskivinnuni mótvegis ES.

Eisini umrøddu teir báðir, hvussu heimsins høv skulu verða umsitin í framtíðini og økta altjóða áhugan fyri ríkidømi í havinum. Teir vóru samdir um, at økta raðfestingin av høvunum í mun til landjørðina fer at hava við sær, at oyggjasamfeløg fara at fáa ein alsamt meira týðandi leiklut í altjóða samstarvi og politikki.